
Tórshavn
Marathon
Nú er tíðin aftur komin til at Tórshavnar Marathon er á skrá, sunnudagin tann 1. juni. Nógv fólk savnast í býnum hendan dagin. Hetta er eitt stórt og livandi tiltak í býnum, har fólk úr øllum landinum koma saman at renna og njóta dagin saman. Á hvørjum ári eru eisini fleiri útlendskir luttakarar, ið koma at uppliva hendan ávísa dagin.
Tórshavn Marathon er ikki bert ein ítróttaravbjóðing, men varpar eisini ljós á felagsskap, rørslu og heilsugóðan lívsstíl. Tað er altíð serligt at uppliva Havnina fulla av lívi, og vit vóna, at tit eisini fara at merkja ein góðan stemning í býnum hendan dagin.
Í sambandi við Tórshavn Marathon eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 12.30 og 19. Eisini Eysturoyartunnilin og Kollafjarðartunnilin eru stongdir, meðan renningin fer fram í økinum. Bilaferðslan skal koyra eftir Oyggjarvegnum, meðan tunlarnir eru stongdir.


Kl. 12.30-19.30 eru hesir vegir stongdir
- Niels Finsens gøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið
- Mylnugøta
- Tinghúsvegur frá Bøkjarabrekku oman til Áarvegin
- Bringnsagøta frá Húsabrúgv oman til Áarvegin
- Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
- Áarvegur
- Kopargøta
- Havnargøta
- Yviri við Strond
- Hoyviksvegur frá Óðinshædd til Eystara Ringveg
- Eystari Ringvegur til Hvítanesvegin
- Hvítanesvegurin til rundkoyringina við Vegin Langa
Kl. 12.45 til 14.30 eru hesir vegir stongdir
- Eystari Ringvegur frá Hvítanesvegnum til rundkoyringina á Hálsi
- R.C. Effersøes gøta og Bøkjarabrekka einvegis ferðsla
- Jónas Broncks gøta
- Bøkjarabrekka frá Steinatúni niðan til R.C. Effersøes gøtu
Kl. 13.00 til 18.00 eru hesir vegir stongdir
- Landsvegurin frá rundkoyringini við Vegin Langa/Hvítanes til Eysturoyartunnilin
- Eysturoyartunnilin stongdur
- Landsvegurin frá Kaldbaksbotni til rundkoyringina Inni í Firði í Kollafirði stongdur
Kl. 13.00 til 17.00 eru hesir vegir stongdir
- Kaldbaksvegurin frá Kaldbaksbotni til Kaldbaks
Broytingar í Bussleiðini sunnudagin 1. juni í sambandi við maratonrenning
Nærri kunning kemur á torshavn.fo seinni.
Broytingar hjá Ternuni sunnudagin 1. juni í sambandi við maratonrenning
Í hesum sambandi sleppa bilar ikki við Ternuni til Nólsoyar kl. 16.20.




