Túrar við vatnskorpuna
Túrar við
vatn-skorpuna
Elskar tú havið, ella elskar tú at leypa á bláman? Uppliva spenningin við okkara túrum við vatnskorpuna.
Kajakkævintýr: Rógv framvið vakra og kyrra havnarlagnum. Flóta á dansandi aldunum, rógv rundan um hólmar og uppdaga fjald helli. Ver mitt í náttúruni og njót útsýnið yvir vakra landslagið, fjørðin og sjógvin.
Kavaratúrar: Kava í ein annan heim undir vatnskorpuni. Undir sjónum er bergtakandi landslag fjalt fyri eygum okkara. Um tú ert ein royndur kavari ella ei, so hevur tú her møguleika at uppdaga goymdu loynidómarnar undir sjónum.
Túrar á brimfjøl: Flóta omaná aldunum við okkara spennandi túrum á brimfjøl. Í Føroyum hava vit eitt heilt serligt ‘surf spot’ við fantastiskum útsýni yvir Risan og Kellingin. Hevur tú royndir á einari brimfjøl, ella ert tú byrjari? Hesir túrarnir eru á tremur við spenningi, vakurleika og upplivingum.
Leyp út í tað við okkara túrum við vatnskorpuna, uppliva spenningin og vøkru náttúruna kring Føroyar og fá eina uppliving fyri lívið!