Oyggjadagur í Nólsoy – Túrur út til Flaggstongina

From: kr. 275,00

GG! Vegna maskinbrek siglir Westward Ho ikki. Siglt verður við Teistanum í staðin.
————

Hald teg neyvt til skránna  ið sæst longri niðri á síðuni.

GG! Tað ber ikki til at fáa endurgjald fyri bílegging, uttan so at túrurin verður avlýstur.

Íroknað kostnaðinum eru flutningur millum oyggjarnar, gongutúrur við ferðaleiðara og vitjan á Ovasavninum.

 

Category:

Description

Túrur 9: Túrur niðan á Flaggstongina í Nólsoy

12:30: Við Teistanum til Nólsoyar

13:15 – Gongutúrurin niðan á flaggstongina av Ovasavninum. Á leiðini greiðir ferðaleiðarin frá teimum áhugaverdu søgunum um staðið.

Túrurin er lættur at ganga og tekur uml. 1 1/2 tíma

15:00: Frásøgn á Ovasavninum.

16:50 ella 19:25: Teistin siglir inn til Havnar. Tað er ókeypis at sigla úr Nólsoy til Havnar. Tað er ósannlíkt at túrarnir verða útseldir, men um tit vilja tryggja tykkum pláss, kunnu tit gera tað her

 

Eisini hendir ymiskt annað gott í bygdini:
13:30 – Spælimenninir spæla á Ovasavninum
14:00 – frásøgn á Ovasavninum (atgongumerki krevst)
14:00 – vitja froskaabban og -ommuna (ókeypis)
14:15 – Beinta Ingeborg Greve syngur í Nólsoyar kirkju (ókeypis)
15:45 – Beinta Ingeborg Greve syngur í Nólsoyar kirkju (ókeypis)
16:00 – Spælimenninir spæla á Ovasavninum
16:00 – vitja froskaabban og -ommuna (ókeypis)
Allan dagin:
– Skattaveiða við Ova-bingo úr Ovasavninum (ókeypis)
– Krabbaveiða (ókeypis)
– Vitja Ednulundina
Opið 12:00 til 18:00:
– Heimavirkið
– Húsini við Brunn
– Nólsoyar kirkja
– Ovasavnið
Kaféin á Ovasavninum verður opin frá kl. 13. Kaffi, vafflur og suppa verða til keyps.