Oyggjadagur í Koltri – Gjøgnum bygdarlagið kl. 10

From: kr. 295,00

Halt teg neyvt til skránna fyri túrin, ið sæst longri niðri á síðuni.

GG! Tað ber ikki til at fáa endurgjald fyri bílegging, uttan so at túrurin verður avlýstur.

Tað er neyðugt at hava matpakka við, tí tað er ikki gjørligt at keypa á staðnum.

Íroknað kostnaðinum er flutningur millum oyggjarnar, gongutúrur við ferðaleiðara.

 

 

Category:

Description

Túrur 2 til Kolturs

Móttøka á brúnni í Koltri, har skipað verður fyri gongutúri gjøgnum bygdarlagið við frásøgu um oynna, búsetingina og fólkalívið í bóndasamfelagstíðini upp til okkara dagar.

Eftir gongutúrin hava fólk eina løtu at vitja innar í savnshúsini Uppi í Búð, Heimið í Húsi ella njóta vøkru náttúruna áðrenn fráferðina aftur á Gomlurætt.

Skrá:

10.00   Av Gomlurætt út í Koltur við Silju Star

10.30   Gongutúrur gjøgnum bygdarlagið

13.30   Úr Koltri til Gomlurætt við Silju Star

 

Kostnaður

295 kr fyri hvønn