Oyggjadagur í Koltri- Niðan á oyggj kl. 11

From: kr. 295,00

Halt teg neyvt til skránna fyri túrin, ið sæst longri niðri á síðuni.

Hesin túrur er ikki egnaður til smá børn.

GG! Tað ber ikki til at fáa endurgjald fyri bílegging, uttan so at túrurin verður avlýstur.

Tað er neyðugt at hava matpakka við, tí tað er ikki gjørligt at keypa á staðnum.

Íroknað kostnaðinum er flutningur millum oyggjarnar, gongutúrur við ferðaleiðara.

Category:

Description

Skrá:

Móttøka á brúnni í Koltri, har skipað verður fyri gongutúri við ferðaleiðara niðan á oyggj. Túrurin tekur uml. 3-4 tímar. Leiðin er tung, men góð at ganga. Útsýnið er ómetaliga gott.

Skrá:

11.00   Av Gomlurætt út í Koltur við Silju Star

11.30   Gongutúrur niðan á oyggj

14.30   Aftur í bygdini

15.00  Úr Koltri til Gomlurætt við Silju Star