Description
Túrur 8: Sjórænaratúrur í Nólsoy
12:30: Við Teistanum út til Nólsoyar
13:15: Gongutúrurin niðan á Skip byrjar av Ovasavninum (uml. 1½ tími) Hoyr stuttligar og spennandi søgur um sjórænarar og prinsessur í Nólsoy.
Túrurin er lættur at ganga, men síðsti teinurin Uppi á Skipi er nokk so brattur. Túrurin er væl egnaður til bæði børn og vaksin, tó ikki illa gongd.
Túrurin tekur uml. 1 1/2 tíma við ferðaleiðara.
Túrurin er lættur at ganga og er ein barnavinarligur túrur
15:00: Frásøgn á Ovasavninum
16:50 ella 19:25: Teistin siglir inn til Havnar. Tað er ókeypis at sigla úr Nólsoy til Havnar. Tað er ósannlíkt at túrarnir verða útseldir, men um tit vilja tryggja tykkum pláss, kunnu tit gera tað her




