Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Jørgen Frantz Jacobsen (1900-1938)

Rithøvundur og blaðmaður. Skrivaði m.a. politiskar greinir um føroysk viðurskifti. Er mest kendur fyri søguligu skaldsøguna Barbaru (1939), ið er týdd til nógv mál.

Jørgen Frantz Jacobsen avmyndaður av Holger Damgaard. Heimild: Kgl. danska bókasavnið

Jørgen Frantz Jacobsen doyr náttina til 21. mars 1938 á Vejlefjord Sanatorium. Hann varð innlagdur á sumri árið fyri, tí hann skuldi undir lungnaskurð.

Hóast hann fær tuberklar á ungum árum, avrikar hann nógv sum høvundur. Fyrsta politiska tíðargrein hansara snýr seg um føroysku sjálvstýrisrørsluna og varð prentað í Politiken í 1925. Seinni skrivar hann fleiri greinir um føroysk viðurskifti. Í 1927 verður fyrsta bók hansara “Færøerne og Danmark” givin út. Seinni, í 1936, varð bókin “Færøerne, natur og folk” givin út.

Tá ið hann í 1932 gerst cand.mag. við søgu sum høvuðsgrein og fronskum sum hjágrein, verður hann fastur blaðmaður á Politiken. Jørgen Frantz hevði stóran áhuga fyri Norðurlondum, og hann ferðast runt í Norðurlondum fyri blaðið og skrivar tíðargreinir frá hesum londum. Rikard Long skrivar í minningarorðum um Jørgen Frantz: ”Jørgen-Frantz átti í royndum sínum frá føroysk-donskum politikki ein lykil til fatan av øðrum norðurlanda-spurningum, og henda lykilin nýtti hann dúgliga.”

Í 1934 bilar heilsan so mikið, at hann lutvíst noyðist at gevast sum blaðmaður á Politiken. Eisini má hann sleppa uppgávuni at skriva søguna hjá grønlendska einahandlinum, ið hann skuldi gera fyri “Institutet for Historie og Samfundsøkonomi”.

Seinastu árini skrivar hann søguligu skaldsøguna Barbaru, sum verður givin út árið eftir deyða hansara. Skaldsøgan verður væl umtókt. Í september 1939 verður hon prentað í Danmark í 2000 eintøkum og verður beinanvegin útseld. Danski høvundurin og ummælarin Tom Kristensen skrivar í hesum sambandi í Politiken: “Da Jørgen-Frantz Jacobsen i 1937 (sic) døde, anede við ikke, at vi havde mistet en af vore store Digtere. Nu ved vi det gennem denne eneste ene bog.

Jørgen Frantz var heiðurslimur í “Hinum føroyska studentafelagnum” í Keypmannahavn.

Heimildir:

Degn, Anton; Heinesen, William: Jørgen-Frantz Jacobsen i Dansk Biografisk Leksikon på lex.dk. Hentet 30. oktober 2024 fra https://biografiskleksikon.lex.dk/J%C3%B8rgen-Frantz_Jacobsen

Jørgen-Frants Jacobsen deyður. Í: Føroyatíðindum 26. mars, 1938. Tvøroyri.

Jørgen-Frantz Jacobsen F. 29. nov. 1900. D. 24 mars. 1938. Í: Dagblaðnum 26. mars, 1938. Tórshavn.

Kristensen, Tom. Et Mesterværk skrevet paa Dødslejet. Í: Sosialinum 30. september, 1939. Tórshavn.

Long, Rikard. Jørgen-Frantz Jacobsen 29. november 1900 – 24 mars. 1938. Í: Tingakrossi 26. mars, 1938. Tórshavn.