Jól í Miðbýnum
Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar, sum skótarnir í KFUK hava prýtt.
Afturat hesum kann nevnast, at í jólavikuni, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, hava handlar í býnum og SMS leingi opið, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum.
Somuleiðis vera sølubásar í allari Gongugøtuni, har møguligt verður at keypa sær kakao og annað gott. Vakri pallurin verður eisini at síggja í Tinghúsgarðinum við fleiri forvitnisligum framførslum í jólamánaðinum.


Størri tiltøk

Leygardagin 29. november kl. 15.30 verður Jólatræið á Vaglinum tendrað. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað.
Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum, fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.
Tiltakið Barnajól verður leygardagin 6. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, har børn og vaksin kunnu hava ein hugnaligan dag saman.


Leygardagin 13. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.
Sum øll vita, so hava jólamenninir nógv at gera til jóla, og tí koma teir drønandi á súkklu gjøgnum býin sunnudagin 21. desembur kl. 16.00.

Tiltøk á jólum

Jólaklipp fyri stór og smá
December 15 kl. 11 – 16
Les meira


Jólamarknaður á Vaglinum
December 15 kl. 14 – 20
Les meira


Jólamarknaður á Vaglinum
December 16 kl. 14 – 20
Les meira


Jól í grannalagnum
December 16 kl. 18 – 18:01
DKK 185
Les meira


Jólamarknaður á Vaglinum
December 17 kl. 14 – 20
Les meira


Jól í grannalagnum
December 17 kl. 18 – 18:01
DKK 185
Les meira


Jólamarknaður á Vaglinum
December 18 kl. 14 – 20
Les meira

Jól í gamla skúla
December 18 kl. 18 – 21
Ókeypis atgongd
Les meira


Jólaperlur við Tóru Vestergaard
December 18 kl. 20 – 20:01
DKK 190
Les meira


Jólamarknaður á Vaglinum
December 19 kl. 14 – 20
Les meira



Myndasavn: Jól í Miðbýnum 2024







