Havnin ein regn fagran dag
Hugskot til ein hugnaligan regndag í Havn
Fyri at siga tað sum tað er… Veðrið í Havn er ikki altíð av tí besta, men tað er ein partur av tí, sum ger ein túr til Havnar (og kanska eisini Føroyar) serligan – tú veitst ongantíð heilt, hvat veðrið fer at gera. Tí hava vit gjørt eina leiðbeining, sum kann geva íblástur til hvat Havnin nú hevur at bjóða, tá tað bara oysur niður.
Hetta er nokk besta veðrið, at sita á eini kafe, kanska ein hevur stokkarnir við ella eina spennandi bók. Eisini ber til at njóta ein kopp av onkrum heitum, meðan ein tekur sær av løttum.
Hug at seta ferðina eitt sindur upp? So hevur Havnin eina ørgrynnu av handlum, við stórum úrvalið.
Mynd: Jonas Rudolph / Visit Faroe Islands.
Um tú hevur hug, at læra eitt sindur meira um okkara mentan, hví ikki ein túr á Listasavn Føroya ella Tjóðsavnið.
Ella er tørvur á vælveru? Ress Spa hevur hylar, sauna og massagu – akkurát tað man hevur brúk fyri ein regndag.
Kafetúr?
Fá íblástur til hvørja kafe tú vil vitja – her er okkurt lekkurt til hvønn góma.

Kaffihúsið
Í hugnaligum og vøkrum umhvørvi, bjóða vit dygdargóðar vørur, frið…

Paname Café
Heimagjørdur matur í søguligum umhvørvi í miðbýnum. Her er gott vi…

Kafe Kaspar
Á kafe Kaspar fær tú lættar rættir, eitt nú club sandwich, salat, …

Kafe Umami
Kafe Umami er ein hugnalig kafe, sum er staðsett á bryggjuni. Um s…

Brell Café
Hjá Brell hava tey brent kaffi síðan 2006 Har er café, handil og k…

Gómagott
GÓÐSKA, FYRST OG FREMST Vit royna ikki at blíva verðins størst – b…
Onki eitur ringt veður – bara skeiv klæðir
Manglar tú ein góðan regnjakka ella nýggjar gummistivlar? Tað kunnu vit hjálpa við – hygg bert eftir kortinum.

Útirok
ÚTIROK selur klæðir og útgerð í hóskar til tað føroyska veðurlagið…

Jógvan Weihe
Hjá Jógvan Weihe fær man alt til útilívið, bæði til vaksin og børn…

Intersport
Hjá Intersport hava vit alt innan ítróttar útgerð. Vit hava merkir…
Útirok
15 Doktara Jakobsens gøta, Tórshavn 100, Færøerne
Jógvan Weihe
Stiðjagøta 10
Intersport
5 Smyrilsvegur, Tórshavn, Faroe Islands