Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Galleries & Museums

/

Listasavn Føroya

Á Listasavni Føroya kanst tú fáa eina serstaka listauppliving í Viðarlundini í Havn.

Listasavn Føroya hevur eina fasta framsýning við tí besta av føroyskari list frá 1830árunum til í dag umframt ein skála til skiftandi serframsýningar.

Í summarhálvuni, frá juni til og við august, er hugnalig kafé í móttøkuni á Listasavninum. Kaféin borðreiðir við góðum kaffi og bakstri. Eisini er eitt úrval av lættari máltíðum, víni og øli.

Í móttøkuni er eisini ein handil, og her finnur tú eitt stórt úrval av listabókum, plakatum, postkortum og gávulutum.

Í móttøkuni eru barnaborð, har familjur við børnum kunnu hugna sær við ymiskum kreativum uppgávum. Tit nýtast ikki at keypa atgongumerki fyri at nýta kafé, handil og barnaborð – tað er ókeypis, og øll eru vælkomin. Her er eisini ókeypis wifi.

Vit kunnu viðmæla, at vitjanin á Listasavninum endar við einum túri gjøgnum Viðarlundina oman í býin. Tá ber til at síggja standmyndirnar uttanfyri savnið og njóta arkitekturin á Listasavninum. Svørtu skjaldrarnir minna um siðbundin føroysk neyst.

Atgongd
Vaksin: 110 kr.
Lesandi: 30 kr.
Pensjónistar: 90 kr.
Børn og ung undir 20 ár: ókeypis
Bólkar, min. 12 vaksin: 80 kr. per persón.
Árskort til ein persón: 220 kr.
Árskort til 1+1 – tak ein vin við ókeypis: 380 kr.

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn

+298 223579
info@art.fo

www.art.fo

Upplatingartíðir
Tíðarskeiðið 1. mai – 31. oktobur
Mánadag – sunnudag kl. 11 – 17Tíðarskeiðið 1. novembur – 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 – 16.
Týsdag og mikudag er stongt.