Loading Events
Tónleikur
Nær
05. oktober 2026 - 11. oktober 2026

Spæl Føroyskt vika

Ætlanin við Spæl Føroyskt er at tað skal gerast eitt landsumfevnadi tónleikaátak. Ein vika, har framførslur eru á hvørjum horni – allastaðni frá eldraheimum til tey stóru mentanarhúsini kring alt landið, og við øllum tónleikasløgum, alt frá føroyskum dansi til modernaðan popp.

Tónleikasamband Føroya fegnast um átakið og í samstarvi við KVF (og vónandi tykkum), vilja vit hava so nógv við á Spæl Føroyskt skránni sum gjørligt, soleiðis at hon ikki bert fevnir um framførslur, men øll tiltøk sum hava við føroyskan tónleik at gera. Tað kunnu vera framløgur um tónleikaevnið, sangløtur á ellisheimum, sangløtur á dagstovnum, pallborðsorðaskiftum um eitt og hvørt tónleikaevnið, osv.Alt ber til og tað er bert hugflogið sum setur mørk! Vit vilja nevniliga hava allar Føroyar upp at darra í eina heila viku.

Fylg við á teirra Instagram síðu or Facebook síðu