Vitja Havnina á súkklu
Visit Tórshavn er partur av ES-verkætlanini, SUB (Sustainable Arctic and Peripheral Biking Tourism), sum er stuðlað av Interreg Northern Periphery and Arctic Programme.
Verkætlanin fór av bakkastokki á sumri 2023, og hon endar á sumri 2026. Endamálið er at stuðla undir súkkluferðavinnuna við at stimbra smáar fyritøkur, sum onkursvegna arbeiða innan økið.
Filmurin er gjørdur í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn, við stuðli frá Interreg Northern Periphery and Arctic Programme.
Endamálið við filminum er, fyrst og fremst, at gera vart við, at tað væl ber til at súkkla í Føroyum. Eisini hevur hann til endamáls at vísa, hvussu ein eigur at bera seg at í ferðsluni, tá súkklarar og bilførarar koyra á sama vegi. Filmurin gevur eisini góð ráð um, hvør trygdarútgerð er neyðug, og nær háferðslutíðin er.
Kom við á súkklutúr!
Súkklutúr – Kannað leiðirnar
Súkkluleiga
Ofta spurdir spurningar
Súkklutúr í Føroyum?
Vit vita, at tú kanska hevur spurningar, áðrenn tú fert avstað — um súkklulíkindi, súkkluleigu, veðrið, trygdarútgerð. Niðanfyri hava vit savnað tað, sum flestu súkklarar vilja vita, soleiðis at tú kanst fara heimanífrá við góðum móti.
Finnur tú ikki tað tú leitar eftir? So eru vit í Visit Tórshavn til reiðar at hjálpa.
Kann man súkkla “off road” í Føroyum?
Tað er neyðugt við loyvi frá jarðareigaranum, áðrenn man súkklar “off-road”.
Vit viðmæla, at súkkla við staðkendum ferðaleiðara, tá man súkklar off-road. Rent a Bike bjóðar “off-road” túrar alt ári.
Hvussu skal eg vera ílatin til ein súkklutúr?
Miðalhitin í Føroyum á sumri er 13 hitastig, og um veturin er miðalhitin 3 hitastig. Vit mæla til, at súkklarar ílata seg trý løg av klæðum, har uttasta lagið er vind- og regntætt. Fyrimunurin við teimum nógvu løgunum er, ein lætt kann taka ávís pløgg av, um veðrið batnar. Veðurlagið í Føroyum er jú sera skiftandi.
Manglar tú útgerð til súkklutúrin? Hygg so á okkara sjoppingsíðu.
Hvar finnið eg veðurvánirnar?
Vegurvánirnar kunnu síggjast á norðmanninum ella á Faroe Islands Live.
Kann man súkkla gjøgnum tunlar og undirsjóvartunlar?
Tað er loyvt at súkkla ígjøgnum allar tunlarnar á landi. Av teimum fýra undirsjóvartunlunum er bert loyvt at súkkla ígjøgnum Norðoyartunnilin og Vágatunnilin.
Vinarliga legg til merkis, at tað ikki er loyvt at súkkla ígjøgnum Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Hóast tað er loyvt at súkkla ígjøgnum Norðoyartunnilin og Vágatunnilin, so mæla vit frá hesum av trygdarávum.
Man skal vera í hjálmi, hava góð (og blinkandi) ljós á súkkluni, og ein endurskinsvest á, tá man súkklar í tunlum. Tað er ókeypis at súkkla ígjøgnum allar tunlar.
Við at súkkla eftir teimum gomlu vegunum í Føroyum, kann man sleppa frá at súkkla ígjøgnum Kollafjarðartunnilin, Leynatunnilin, Norðskálatunnilin, Leirvíkstunnilin, Sumbiartunnilin og Dalstunnilin.
Meira vitan um tunlarnar í Føroyum fæst á heimasíðuni hjá Landsverk.