Tórshavn Sea Adventure gevur tær møguleikan at uppliva Føroyar frá sjónum
Tórshavn Sea Adventure gevur tær møguleikan at uppliva Føroyar frá sjónum og skapa ógloymandi løtur saman við vinum ella familju. Vit bjóða fiskitúrar í nærumhvørvinum. Vit hava alla fiskiútgerð og trygdarútgerð, so tað einasta tú skalt gera er at møta væl ílatin eftir veðrinum. Á einum góðum summardegi er ein siglitúrur kring oyggjarnar, har tú upplivir fuglarnar á berginum, eitt mást at uppliva.
Okkara tænastur umfata fiskitúrar og chartertúrar.
Vit fiska frá Tórshavn ella longri úti, alt eftir tínum ynski.
Øll hágóðskuútgerð er umborð og er við í prísinum. Vanligt er, at fiskitúrurin tekur umleið 4 tímar, og te og kaffi er við í prísinum.
Tað skulu vera minst 3 persónar fyri at bíleggja ein fiskitúr ella ein samlaður prísur á 4500 DKK. Mesta tal av luttakarum á einum fiskitúri er 8 persónar, og prísurin lækkar tá til 1200 DKK pr. persón.
Tú ert eisini vælkomin við á ein chartertúr við einum royndum skipara, har øll møgulig ymisk ferðamál eru tøk. Báturin kann føra teg til nærum øll støð í Føroyum, sum kunnu røkkast frá sjónum. Báturin er skjótur og kann koma til flestu ferðamál innan 1-2 tímar. Um tú ynskir ein longri túr við gisting, er báturin útgjørdur við 5 koyggjum og ves/baðirúm.
Líknandi støð
Kirkjubømúrurin
Kirkjubømúrurin er størsti miðaldarbygningurin í Føroyum. Søga Bis...
Skansin
Skansin var høvuðsstøðin hjá bretsku sjóverjuni undir Seinna Heims...
Viking Events
Býr ein víkingur í tær? Sjálvandi!? Vit eru øll VÍKINGAR! Vit taka...
Heimdal Tours
Uppliva nakrar av perlunum í Føroyum saman við okkara bestu ferðal...
Plantasjan
Viðarlundin (Plantasjan) í miðbýnum í Havn Í jólaódnini í 1988 vór...
Lunda túrar til Mykinesar við Golocal
Kom við Odu W. Andreasen, staðkendum ferðaleiðara, ið hevur búð í ...
Heiðursportrið
Á heimaru kaiuni er heiðursportrið. Føroyingatíðindi skrivaði 5. s...
Food Tour: Ein biti úr býnum
Tórshavn Food TourKom við okkum og royn ein øðrvísi máta at fáa sæ...