Kirkjubømúrurin er størsti miðaldarbygningurin í Føroyum.
Søga
Biskupur Erlendur (1269–1308) byrjaði byggingina um árið 1300. Fyrr varð hildið, at bygningurin ongantíð varð liðugur, men nýggj gransking vísir á tað øvugta. Funnið av einum hválvi taki og av gomlum pussaðum veggjum gevur ábendingar um, at bygningurin var taktur og brúktur á onkrum tíðspunkti. Støddin av teimum kendu stólar-endunum úr Sankta Ólavs kirkjuni nærhendis bendir eisini á, at teir upprunaliga vórðu gjørdir til og settir í lidnu dómkirkjuna. Kortini hevði hon ikki langa lívsleið, tí eftir siðaskiftisárið 1537 varð biskupadømið í Føroyum avtikið, og katedralurin varð eftir øllum at døma latin til forfall.
Einasti kendi halgiluturin av íslendska halgimanninum, Sankta Thorlak, er varðveitt saman við øðrum halgilutum í einum blýggjkassa í altarvegginum (“Gullkistan”).
Varðveitingararbeiði
Varðveitingararbeiði á katedralinum byrjaði í 1997, tá tað gjørdist greitt, at standurin á toftunum versnaði og alsamt meira av mørtlinum datt burtur orsakað av veðrinum, serliga regni, men eisini av sjóroki. Millum 2002 og 2004 varð eitt træverk reist rundan um flestu toftirnar, so tær fingu nóg mikið av skýli til at torna, áðrenn varðveitingararbeiði kundi byrja. Hetta træverkið fekk nógvar atfinningar vegna útsjóndini.
Meðan granskingin fór fram um, hvussu man kundi varðveita toftirnar, varð komið til eina niðurstøðu. Ongar útvortis endurbyggingar fóru at verða gjørdar, men heldur fóru teir at halda fram við varðveitingararbeiði, har mørtulin varð styrktur við jøvnum millumbilum. Harumframt fóru allar yvirflatur, har vatn kundi sleppa inn, at verða klædd við mørtli og leiri, áðrenn torv og gras varð lagt útyvir. Hetta arbeiðið byrjaði í 2010.
Í dag eru stór framstig gjørd. Stórir partar av træverkinum eru tiknir niður, og arbeiðið verður væntandi liðugt í komandi framtíð. Vónir eru um, at Kirkjubømúrurin verður upptikin sum UNESCO heimsarvsstað, men útlitini eru ikki serliga trygg.
Kelda: Wikipedia 10.07.20
Kirkjubøur
175 Kirkjubøur
Líknandi støð
Borðan
Tveir vitar eru á sunnara endanum av Nólsoy. Minni vitin, sum er s...
Kongaminnið
Kongaminnið Minnisvarði Kongaminnið minnisvarðin er ein basaltsobe...
Plantasjan
Viðarlundin (Plantasjan) í miðbýnum í Havn Í jólaódnini í 1988 vór...
Líkhús
Kirkjuleivdir Á Líkhúsfløtti eru leivdir av eini kirkju og kirkjug...
Roykstovan í Kirkjubø
Bóndagarður frá árinum 1100 Bóndagarðurin í Kirkjubø eitur Kirkjub...
Nólsoyar bókasavn
Lítla bókasavnið í Nólsoy. Kannið teirra Facebook-síðu fyri upplat...
Korndalur
Í Korndali, nakrar hundrað metrar sunnan fyri bygdina, finnast nak...
Heiðursportrið
Í lítlu havnini mitt í bygdini kanst tú finna Heiðursportrið. Hett...