Um SMS
SMS er Føroya størsta og besta handilsstað, og í SMS kanst tú fáa nærum alt tær tørvar – bæði av vørum og upplivingum. Við landsins størsta og breiðasta vøruúrvali og í tryggum og hugnaligum umhvørvi, kanst tú spáka tær ein túr eftir eini handilsgøtu – undir taki. Í SMS leggja vit dent á kundan og vørutørvin. Úrvalið av handlum og vørum og góða umbýtingartænasta okkara endurspeglar hetta, tí fyri okkum er umráðandi, at tú trygt kanst handla hjá okkum, og at tú kanst fáa alt á einum staði. Vit leggja okkum eisini eftir at hava opið, tá tað passar tær og at skipa fyri, at tú kanst seta bilin trygt og væl.
Umframt stóra og breiða vøruútboðið í teimum ymisku handlunum er SMS staðið, har fólk hittast. Tey ymisku matarstøðini hava okkurt til einhvønn tørv, og mangir eru gestirnir. Viðskiftafólk okkara nýta ofta høvi at seta seg eina løtu og fáa sær ein góðan bita ella ein kaffimunn. Eisini hittast mangir arbeiðsfelagir her til ein góðan døgurðabita, og um kvøldarnar og í vikuskiftunum koma foreldur við børnum, ommur, abbar og ungfólk at hugna sær. Her er snøgt sagt altíð lív í.
Torgið er eisini ein sera týdningarmikil partur av SMS. Her fer mangt eitt tiltak av bakkastokki, og fyriskiparir lata altíð sera væl at, tí Torgið er sanniliga ein miðdepil bæði í SMS og í Havnini sum heild.
R.C. Effersøes gøta 33
100 Tórshavn
+298 341900
sms@sms.fo
Upplatingartíðir
Mánadag – hósdag: 10:00 – 18:00
Fríggjadag: 10:00 – 19:00
Leygardag: 10:00 – 18:00
Sunnudag: Stongt
Similar places
Touché
Touché er ein mótahandil í hjartanum av Tórshavn – beint við Vagli...
Margerita
Um Margerita.fo Margerita.fo er ein føroyskur nethandil, har vit í...
Kvik Køkar
Vit bjóða danskt snið í høgari góðsku fyri prísir, ið tú hevur ráð...
Rit & Rák
Bókahandil í Tórshavn Rit & Rák er bókahandilin í SMS handilsh...
Navia SMS
Tógv og troyggjur Navia er ein av leiðandi tógv- og ullaframleiðar...
SIRI
Hágóðsku undirklæðir Handilin SIRI hevur fyrsta floks vitan innan ...
H.N. Jacobsens Bókahandil
Søgan um H.N. Jacobsen H.N. Jacobsens Bókahandil hevur navn eftir ...
Tignir
Digel – Menswear Í 80 ár hevur Digel fest seg sum eitt altjóða vir...