Reinsaríið
Reinsaríið er heimavøllurin hjá tónleikinum.
Reinsaríið liggur mitt í hjartanum í Havn, og hugnaliga hølið er ótruliga væl egnað til konsertir av øllum slag. Stemningurin á Reinsarínum er eisini deiliga avslappaður og heimligur. Akkurát sum tað skal vera.
…og tað ger tað ikki verri, at aukustikkurin og ljóðið er í einum klassa fyri seg. Við øðrum orðum, so er Reinsaríið skræddaraseymað til tónleik líka frá plektara til hátalara.
Perlan
Perlan er modernaði lítlibeiggin hjá Reinsarínum. Og við árunum hevur Perlan yvirhálað stórabeiggjan, tá talan er um harðari tónleik og nýskapandi tiltøk.
Meðan Reinsaríið er eyka hugnaligt, so hevur Perlan ein ráan stórbýar dám yvir sær. Her er tað heita træið skift út við kalt glas og betong.
Perlan riggar til alt millum himmal og jørð. Einasta avmarkingin er hugflogið. Og ein stórur fyrimunur við Perluni er roykur. Vit tosa ikki um royktan laks ella skinku, men royk á pallinum. Roykur er eitt nemliga eitt must, um tú skalt hava ordiligt konsertljós á pallinum.
Í stuttum verður Perlan mest brúkt til konsertir, men hon riggar minst líka væl til fyrilestrar, verkstovur og marknaðir.
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
+298 286671
torsgota@torshavn.fo
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 08:00 – 16:00
Líknandi støð
Bowl.fo
Vælkomin í Bowl Hjá Bowl samantvinna vit stuttleika, mat, spenning...
Tórshøll
Staðið at hittast við vinum og kenningum, har góður tónleikur verð...
Tjóðsavnið
Mentan og náttúra Tjóðsavnið hevur eina fasta framsýning um føroys...
Aulan í Finsen
Aulan í Finsen Aulan í Finsen hevur eitt heilt serligt pláss í hja...
Mikkeller
Mikkeller húsast í einum 500 ára gomlum húsum Heima í Havn. Har er...
Kafe Kaspar
Á kafe Kaspar fær tú lættar rættir, eitt nú club sandwich, salat, ...
Havnar Bio
Havnar bio mitt í Havn Einasti biografurin í Havn. Her kanst tú sí...
Filmshúsið
Filmshúsið bleiv sett á stovn av Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum vi...