Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Shopping

/

Føroya Keypssamtøk (FK)

FK, sum er 100% føroyskt og ogn hjá limum felagsins, hevur sum mál at selja nýggjastu og feskastu vørurnar í einum spennandi og áhugaverdum umhvørvi. Vit skulu vera leiðandi í samfelagnum og hava serligan dent á vistfrøðiligar, umhvørvisvinarligar og ábyrgdarfullar vørur og søluloysnir. Við framfýsnum og nýmótans leiðslu fara vit at tryggja góð úrslit, sum gagna okkara limum, og vit leggja serligan dent á at stuðla og selja føroyskar framleiðslur í okkara handlum.

Við okkara vælútbúnum og dugnaligu starvsfólkum vilja vit vera Føroya besta arbeiðspláss og tað fyrsta, fólk velja, tá ið talan er um innkeyp.

FK handlar í Tórshavn:
FK í Hoyvík

Brekkutún 9, 188 Hoyvík

+298 660000

Upplatingartíðir

Mánadag– fríggjadag: 09:00-20:00
Leygardag: 09:00-18:00

 

FK í Miðbýnum

Dr. Jakobsens gøta 4, 100 Tórshavn

+298 660010

Upplatingartíðir

Mánadag– leygardag: 07:00-22:00