Býurin spírar
Vártiltakið Býurin spírar er eitt handilstiltak, sum handilslívið, Havnarlív, skipar fyri á hvørjum ári. Tiltakið liggur altíð seint í apríl ella fyrst í mai.
Hendan dagin hava handlarnir longri opið við nógvum góðum tilboðum.
Í 2026 verður Býurin spírar leygardagin 2. mai.
Hendan dagin verður eisini setan av Umhvørvisvikuni m.a. Plantið eitt træ á Vaglinum, og tiltakið Ein dagur á grynnuni í Vágsbotni. Eitt gott høvi at koma til Havnar ein túr.