Jarðartímin 2026 (Earth Hour)
Jarðartímin, Earth Hour, verður hildin leygarkvøldið 22. mars kl. 20.30.
Hendan tíman, har vit varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, verða øll almenn ljós í kommununi sløkt.
Tú kanst eisini luttaka við at sløkkja ljósið og nýta henda tíman at gera okkurt, sum ger mun fyri okkum og okkara náttúru.
Síðani 2009 hevur kommunan sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars, og er sostatt fyrsta kommunan í Føroyum, sum tók undir við átakinum.
Løtan, tá ljósið verður sløkt, er somuleiðis eitt gott høvi at tosa um, hvat vit saman kunnu gera fyri at verja og varðveita náttúruna, vit liva í og av.
Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta málið hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál.
Les meiri um Jarðartíman 2026 her.