Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Food & Drinks

/

Tubbak

Tubbak er ein grill- og sushimatstova á Áarvegnum, mitt í hjartanum av Havnini

Í Tubbak møtast roykti grillsmakkurin og fína sushi-handverkið. Millum úrvalið á matarlepanum eru sushi, fiskur og skeljadjór, grillað kjøt, smærri rættir, rættir at býta millum sín og søtt omaná. Afturat matinum er fjølbroytt úrval av víni, kokkteylum og øðrum drykkjuvørum.

Navnið Tubbak er nær knýtt at søguni hjá staðnum. Í 1934 stovnaði Christian Dahl-Restorff tubbakshandilin Fa. Tubbak. Handilin gjørdist eitt kent stað hjá havnarfólki, fiskimonnum og sjófólki, ið ferðaðust til og frá Havnini. Í dag livir navnið víðari sum matstova við góðum mati, drekka og gestablídni – framvegis við tankanum um staðið sum eitt savningarstað.

Áarvegur 12, 100 Tórshavn

booking@tubbak.fo

tubbak.fo

 

Upplatingartíðir:

Sunnudag – hósdag: 17:00 – 00:00

Fríggjadag & leygardag: 17.00 – 02.00