
Ongi jól uttan eina góða jólatroyggju!
Tí skipar Visit Tórshavn fyri bindikapping, har vit skulu finna Føroya bestu jólatroyggju.
Tá besta troyggjan er funnin, verður ein vegleiðandi bindiuppskrift gjørd, so øll í Føroyum kunnu sleppa at ganga í Føroya bestu jólatroyggju!
Vinnarin fær eitt Havnarkort upp á 3000kr og tógv frá Navia virði 1000kr. Um tað eru fleiri sum kappast um 1. plássið, so verður eisini vinningur latin til 2. pláss.
Fyri at luttaka mást tú:
1. Binda eina troyggju úr Navia tógvi, sum tú hevur funnið uppá. Vit góðtaka ikki kopiir – og hví kopiera, tá tú fært møguleikan at seta tín egna dám á sniðið? Troyggjan kann vera til vaksin ella barn.
2. Upplýsa hvussu nógv gramm av hvørjum tógvi, tú hevur nýtt, og stokkastødd. Vektina finnur tú við at viga tað, sum er eftir at noðanum, og trekkja tað frá vektini av einum óásettum noða.
3. Lata troyggjuna inn hjá Visit Tórshavn í seinasta lagi mánadagin 9. novembur kl 16.
Vinnarin verður kunngjørdur til tiltak í Perluni 4. desembur kl 17, har tað eisini verður gjørligt at ogna sær eina vegleiðandi uppskrift av Føroya bestu jólatroyggju!
Dómarar: Sára MrDalo, Jóhanna av Steinum og Siri Súsonnudóttir Hansen.