Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Ongi jól uttan eina góða jólatroyggju!

Tí skipar Visit Tórshavn fyri bindikapping, har vit skulu finna Føroya bestu jólatroyggju.

Tá besta troyggjan er funnin, verður ein vegleiðandi bindiuppskrift gjørd, so øll í Føroyum kunnu sleppa at ganga í Føroya bestu jólatroyggju!

Vinnarin fær eitt Havnarkort upp á 3000kr og tógv frá Navia virði 1000kr. Um tað eru fleiri sum kappast um 1. plássið, so verður eisini vinningur latin til 2. pláss.

Vinnarin verður kunngjørdur til tiltak í Perluni 4. desembur kl 17, har tað eisini verður gjørligt at ogna sær eina vegleiðandi uppskrift av Føroya bestu jólatroyggju!

Dómarar: Sára MrDalo, Jóhanna av Steinum og Siri Súsonnudóttir Hansen.