Viðtøkur og limaskapur
Limagjald upphæddir fyri 2025
Húski: 320 kr
Feløg: 630 kr
Vinna 1 (1-5 fulltíðarstarvsfólk): 1580 kr
Vinna 2 (6-12 fulltíðarstarvsfólk) : 1890 kr
Vinna 3 (12-24 fulltíðarstarvsfólk) : 2.940 kr
Vinna 4 (25+ fulltíðarstarvsfólk) 5.460 kr
Fyri at gerast vinnulimur í Felagnum Tórshavn, er mannagongdin hendan:
Send ein teldupost til torsinfo@torshavn.fo
Vinarliga skriva hesar upplýsingar í teldupostin
- Slag av fyritøku
- Navn á fyritøku
- Bústað
- Teldupost bústað
- Telefon
Viðtøkur fyri Felagið Tórshavn
§ 1 Navn og heimstaður
Navn felagsins er “Felagið Tórshavn” við heimstaði í Tórshavn.
§ 2 Endamál
Yvirskipaða endamálið er at virka fyri miðsavnan og útgávu av upplýsingum um býin og virksemi í býnum til borgararnar sum heild og ferðafólk. Felagið skal virka fyri at menna eina burðadygga ferðavinnu fyri Tórshavnar kommunu, herundir eisini innan- eins væl og uttanlendis, at skapa áhuga fyri Tórshavn, stuðla handil, íðnaði, mentan og annars virka fyri, at býurin og lívið í býnum gerst áhugavert fyri øll. Yvirskipaða endamálið verður rokkið gjøgnum Visit Tórshavn og City Tórshavn.
§ 3 Visit Tórshavn
Kunningarstovan verður umskipað til eitt Visit Tórshavn, sum verður rikið av felagnum og fíggjað við stuðulsjáttanum frá Tórshavnar kommunu.
Endamálið hjá Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, marknaðarføring og branding av Tórshavn, menning av vinnuferðavinnu. Kunning og menning av ferðavinnu í kommununi og at kunna um Tórshavn bæði innan- og uttanlendis. Við m.a. skráum at kunna borgarum og ferðafólkum hvat fer fram innan mentan og annað, sum má tykjast at hava almenningsins áhuga.
Stjóri í Visit Tórshavn er stjórin hjá Felagnum Tórshavn. Visit Tórshavn verður teknað av stjóranum. Við keypi og sølu av fastari ogn eins og við lántøku hjá Visit Tórshavn krevst nevndarsamtykt og undirskrift frá formanni og stjóra.
Virksemið hjá Visit Tórshavn fevnir um alt virksemið hjá Felagnum Tórshavn, sum ikki er lagt í City Tórshavn.
§ 4 City Tórshavn
Skipað verður eitt City Tórshavn, sum m.a. hevur til endamál at samskipa karmar í sambandi við handilsvinnu, matstovuvinnu og upplivingar í Tórshavnar kommunu, og har samskipan av tiltøkum og søla av veitingum v.m. eisini eru partur av uppgávunum.
Settur verður leiðari fyri City Tórshavn, sum vísir til stjóran. City Tórshavn verður, á sama hátt sum Visit Tórshavn, teknað av stjóranum.
City Tórshavn verður fíggjað við limagjaldi og og øðrum inntøkum frá m.a. tiltøkum, provisión, samskipanargjaldið og øðrum játtanum, herundir til ávís endamál.
City Tórshavn skal hava sjálvstøðugan roknskap.
§ 5 Limaskapur
Limir kunnu gerast: einstaklingar, virki, feløg og stovnar. Limalisti verður førdur og hvørt ár dagførdur. Kvittan fyri limagjald er prógv fyri limaskapi og tað er skyldan hjá liminum at tryggja at hann er á listanum.
§ 6 Aðalfundur
Hægsta vald felagsins er aðalfundurin. Árligi aðalfundurin skal vera áðrenn 1. juni og skal vera fráboðaður í minsta lagi 14 dagar frammanundan á heimasíðuni www.visittorshavn.fo við nágreiniligari dagsskrá.
Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur.
Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta og hevur hvør limur eina atkvøðu, sí tó §§ 14 og 15, stk. 1.
Á ársaðalfundi skulu fundarevnini vera hesi:
a. Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári.
b. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu fyri Visit Tórshavn og City Tórshavn til góðkenningar.
c. Framløga av fíggjarætlan fyri komandi ár til kunningar.
d. Val av nevndarlimum.
e. Val av grannskoðara.
f. Ásetan av stødd av limagjaldi.
g. Uppskot frá nevnd ella limum, um nakað er.
h. Ymiskt.
§ 7 Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundur skal vera, um meiri enn helvtin av nevndini krevur hetta, ella í minsta lagi 25 limir skrivliga boða nevndini frá hesum. Fyri eykaaðalfund eru reglurnar viðvíkjandi lýsing og viðtøkuføri tær somu, sum fyri ársaðalfund.
§ 8 Nevnd
Nevndin telur 5 limir, sum sita fyri 2 ár í senn. Annaðhvørt ár standa 2 nevndarlimir fyri vali, og annaðhvørt ár standa 3 limir fyri vali.
2 nevndarlimir verða valdir beinleiðis av Tórshavnar kommunu og 3 verða valdir av Felagnum Tórshavn á aðalfundi.
Teir 2 nevndarlimirnir, ið Tórshavnar kommuna velur, og 2 av nevndarlimunum, ið Felagið Tórshavn velur, skulu vera persónar, sum eru leiðarar ella stjórar innan ferðavinnu, handilsvinnu, matstovu vinnu og møguliga aðra vinnu, sum hevur ein viðkomandi leiklut í ferðavinnu høpi.
3. nevndarlimurin, sum Felagið Tórshavn velur, umboðar Felagið Tórshavn, og kann verða valdir millum limir felagsins ella umboðandi almennan ella privatan stovn, savn, mentanarlív ella líknandi.
Nevndarlimir kunnu ikki vera býráðslimir.
Nevndarlimir kunnu verða valdir aftur.
Fyri hvønn nevndarlim verður tiltaks nevndarlimur valdur.
Nevndin skipar seg sjálva við formanni og næstformanni.
Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi 3 limir eru á fundi, harav ein skal vera formaðurin.
Á ársaðalfundinum 2018 standa allir nevndarlimir fyri vali. 2 nevndarlimir verða tá valdir fyri 1 ár ta einu ferðina, harav annar skal verða valdur av Tórshavnar kommunu, og 3 nevndarlimir verða valdir fyri 2 ár.
§ 9 Tekningarreglur
Felagið verður teknað av 2 nevndarlimum saman ella av formanninum, sí tó §§ 3 og 4.
Við keypi og sølu av fastari ogn eins og við lántøku krevst nevndarsamtykt og undirskrift formansins.
Sama er galdandi fyri Visit Tórshavn og City Tórshavn.
§ 10 Ábyrgd
Felagið ábyrgdist einans fyri skyldur sínar við sínum ognum, og ábyrgdast eingir limir – hvørki nevndarlimir ella aðrir – persónliga fyri skyldur felagsins.
Sama er galdandi fyri Visit Tórshavn og City Tórshavn.
§ 11 Stjóri og starvsfólk
Til at umsita dagliga virksemið hjá felagnum setur nevndin ein stjóra fyri felagið, sum eisini er stjóri fyri Visit Tórshavn og City Tórshavn. Nevndin ásetir setanar- og lønartreytir fyri stjóran.
Stjórin er skrivari hjá nevndini og setir og loysir úr starvi starvsfólk.
§ 12 Fíggjarviðurskifti
Limirnir gjalda limagjald. Limagjaldið verður ásett á ársaðalfundinum fyri eitt ár í senn, og kann vera ymiskt fyri einstaklingar, virki, handlar, stovnar, feløg o.s.fr.
Nevndini er heimilað at arbeiða fyri at fáa til vega pening á annan hátt, eitt nú við at søkja um almennan stuðul.
Somuleiðis er Visit Tórshavn og City Tórshavn heimilað at stíla fyri inntøkugevandi tiltøkum.
Nevndarformaður og nevndarlimir fáa fundarpening eftir landsins almennu fundarsatsum ella aðra samsýning, sum aðalfundurin góðkennir.
§ 13 Roknskaparviðurskifti
Roknskaparárið fyri Visit Tórshavn og City Tórshavn er álmanakkaárið. Roknskapirnir skulu verða grannskoðaður av ríkisgóðkendum ella skrásettum grannskoðara og áskrivaðir av nevndini og stjóranum.
§ 14 Lógarbroyting
Uppskot um lógarbroyting skal lýsast sum serstakt mál á fyrstkomandi árs- ella eykaaðalfundi.
Fyri at samtykkja lógarbroyting krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av møttu limunum atkvøða fyri broytingini.
§ 15 Avtøka av felagnum
Til avtøku av felagnum krevst viðtøka á eykaaðalfundi, lýstur við einans hesum máli á skránni.
Tó krevst, at í minsta lagi tveir triðingar av møttu limunum atkvøða fyri avtøku.
Ognir felagsins verða tá at nýta til eitt ella fleiri av endamálum felagsins sambært § 2, sum eykaaðalfundurin tekur avgerð um við vanligum meiriluta.