Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Havnin á heysti

Inniveður. Hvat ger man tá? Lúnast heima í stovuni? Nei. Tú finnur fram eina góða bók og fert oman í tína yndis kaffistovu, bíleggur kaffi, eitt kakustykki, og setur teg til rættis í einum króki, meðan regnið díkir á rútin. Nú tykist alt ikki so ringt hóast alt, ha?

Ella vilt tú heldur ein túr í býin at sjoppa? Vánaligt veður merkir færri fólk í býnum. Statt ikki fyri – nú hevur tú handlarnar fyri teg sjálva/n.

Ella ert tú kanska typan, sum heldur, at regnveðursdagar eru djúphugsanardagar? Hvat tá, hví so ikki vitja listasavnið ella tjóðsavnið og gloyma teg burtur í list og søgu? Ella far for niður í gir í svimjihøllini og set teg inn í sauna. Ella njót eina vælveruløtu í Ress Spa? Uff, tað ljóðar nú heldur ikki so galið. Og hygga nú, tú trínur útaftur – nú er farið at slíta í!