Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Jól í Miðbýnum

Jólabýurin letur uppaftur í ár. Hurðarnar vera ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar, sum skótarnir í KFUK hava prýtt.

Afturat hesum kann nevnast, at í jólavikuni, tað vil siga seinastu vikuna áðrenn jólaaftan, hava handlar í býnum og SMS leingi opið, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum.

Somuleiðis vera sølubásar í Betri garðinum og á Vaglinum, har møguligt verður at keypa sær kakao og annað gott. Vakri pallurin verður eisini at síggja í Tinghúsgarðinum við fleiri forvitnisligum framførslum í jólamánaðinum.

Skráin Jól í Miðbýnum 2024

Tak skránna niður her

Størri tiltøk

Leygardagin 30. november kl. 15.30 verður Jólatræið á Vaglinum tendrað. Eftir at jólatræið á Vaglinum er tendrað, verða hini jólatrøini í Tórshavnar kommunu tendrað.

Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum, fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík.

Tiltakið Barnajól verður leygardagin 7. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, har børn og vaksin kunnu hava ein hugnaligan dag saman.

christmas jól

Leygardagin 14. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.

Sum øll vita, so hava jólamenninir nógv at gera til jóla, og tí koma teir drønandi á súkklu gjøgnum býin sunnudagin 22. desembur kl. 16.00.