Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

N-Lite (Literary Tourism Immersive Technology Acceleration)

Um N-LiTe

Endamálið við N-Lite (Literary Tourism Immersive Technology Acceleration) er at menna tøkni og stuðla nýskapan til tess at skapa fleiri arbeiðspláss og styrkja búskapin í norðurjaðar- og arktiska (NPA) økinum.

N-LiTe er ein verkætlan, sum Western Development Commission hevur sett í verk. Miðað verður eftir at stimbra kappingarførið hjá smáum og miðalstórum fyritøkum innan bókmentaferðavinnuøkið. Dentur verður lagdur á at útbúgva fyritøkurnar við talgildum tólum og pallum til tess at geva teimum eina sterkari hjáveru á marknaðinum, sum harvið samstundis økir um upplivingina hjá ferðafólki.

Tøkni verður brúkt at menna bókmentaliga og mentanarliga ferðavinnu

Við hesum møguleikum leggur N-LiTe upp til eina bókmentaliga ferðavinnu, sum hjálpir fyritøkunum at røkka út til nýggjar kundar. Hetta er eisini ein viðurkenning av tørvinum á burðardyggari ferðavinnu, og hvussu man kann leingja ferðavinnuna, so at hon røkkur yvir longri tíðarskeið enn einans summarmánaðirnar.

Les meira um átakið her.

Set teg í samband við okkara serfrøðing

Fyri nærri kunning, set teg í samband við verkætlanarleiðara Anniku Lisberg á annikali@torshavn.fo ella ring til okkara á +298 302425.