Vit brenna fyri at geva eina enn betri handilsuppliving og at menna marknaðin, so vit kunnu bjóða Føroya fólki slóðbrótandi tøkni til gerandisdagin. Vit gera javnan prískanningar av kappingarneytunum, so vit altíð eru klár við besta tilboðnum.
Ráðgeving
Góð ráðgeving gevur altíð besta úrslit, tí tørvurin er ymiskur til ymisk endamál. Vit hava útbúgving og drúgvar royndir í at vísa tær á bestu tólini til júst tín tørv. Umvegis okkara veitarar hava vit eisini atgongd til bestu útlendsku ráðgevar á øllum viðkomandi økjum innan elektronikk og tól til vinnulívið. Ring til okkara, og vit geva tær ráð og óbindandi tilboð.
Søla og útbering
Við okkara stóra starvsfólkaliði finnur tú altíð ein, ið kann hjálpa tær. Elding er kent fyri dygdargóðar prísir og skjóta útbering. Vit hava Føroya størstu goymslu av sínum slagi og fáa vøru frá útlendsku veitarunum hvørja viku.
Tænasta og verkstaður
Sum umboð fyri bestu veitararnar av tænastum og tólum uppseta vit vøruna skjótt og ómakaleyst – eisini umborð á skipum. Okkara dugnaligu starvsfólk tryggja, at tólini rigga til fulnar. Tørvar tær umvæling ella eykalutir, veitir verkstaðurin hjá Elding hesa tænastu. Vit vita, at bíðitíðin ofta er avgerandi, og tískil loysa vit uppgávurnar skjótast gjørligt uttan at gera kompromis við góðskuni.
Hoyvíksvegur 65
100 Tórshavn
+298 359000
elding@elding.fo
Upplatingartíðir
Mánadagur – Hósdagur 10:00 – 18:00
Fríggjadagur 10:00 – 19:00
Leygardagur 10:00 – 16:00
Líknandi støð
Vøruhúsið á Hjalla
Interiørhandil Vøruhúsið á Hjalla hevur eitt stórt og breitt úrval...
Eikin
Innbúgv og annað í Eikini Eikin hevur altíð gott og spennandi úrva...
Elding Business
Um okkum Í meira enn 25 ár hevur Elding Business veitt professione...
Idé Møblar
Idé Møblar – ILVA – Koppur & Kanna Í oktober 2014 ...
Maria Poulsen Búnýti
Um okkum Hjá Mariu Poulsen Búnýti finnur tú alt til eitt nýmótans ...
NIPS
Tá tú veitst, hvat tú vilt hava Tey bestu merkini og góðskuna finn...
Elding SMS
Vit bjóða Føroyum størri og betri úrval av elektronikki og húsarha...
Nema
Í februar 2007 løgdu Faroedane, Com-Data og Reproz saman og gjørdu...