Amboðshandil
Valdemar Lützen P/F fæst serliga við amboðum, maskinum, útgerð, rustfríum stálvørum og lásaútgerð. Virkið er staðsett á Skálatrøð í Tórshavn og hevur verið ein týðandi partur av gerandislívinum í býnum, so leingi fólk minnast.
Valdemar Lützen P/F hevur ein stóran handil við einum breiðum úrvali av vørum, sum verða brúktar í byggivinnuni, av yrkishandverkarum og teimum, sum sjálvir taka sær av at viðlíkahalda, umvæla og nýskipa húsini og røkja garðin hjá sær.
Virkið varð stovnað í 1904, sama árið sum Plantasjan í Havn varð plantað, og Havnar Bóltfelag varð stovnað. Valdemar Lützen P/F er eitt av elstu virkjunum í Føroyum, sum enn er í rakstri.
Handilin er blivin eitt vælumtókt stað í høvuðsstaðnum, serliga kent fyri sítt breiða úrval av góðskuvørum og framúr kundatænastu. Valdemar Lützen P/F hevur størsta úrvalið av Bosch elamboðum og tilhoyri í landinum.
Skálatrøð 14
100 Tórshavn
+298 301020
vlb@vlb.fo
Upplatingartíðir
Mánadagur – Fríggjadagur 08:00 – 17:00
Leygardagur 09:00 – 14:00
Líknandi støð
Optikbúðin
Tann 18.apríl 1988 lat nýggj optikarafyritøka upp í Tórshavn. Tað ...
Eikin
Innbúgv og annað í Eikini Eikin hevur altíð gott og spennandi úrva...
JYSK
JYSK er eitt altjóða handilsvirki við skandinaviskum rótum, ið ger...
Dansifrøi
Tey væl útgjørdu hølini í Dansifrøi eru ikki bert fullkomin til da...
Visit Tórshavn - webshop
Fá tína ektaðu Tórshavnaruppliving her Føroyar bjóða allar møgulig...
Burn Fitness Tórshavn
Venjingarmiðstøð í miðbýnum í Tórshavn Burn Fitness er ein nýtíman...
SMS
Um SMS SMS er Føroya størsta og besta handilsstað, og í SMS kanst ...
Sport 24
Vit ynskja at veita tykkum góða tænastu og ætla okkum at arbeiða h...