Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Other

/

Føroya Rættur

Samanlagt eru 24 starvsfólk í Føroya Rætti. Føroya Rættur er partur av Danmarks Domstole. Hægsti dómsmyndugleiki er Hægsti Rættur.

Í Føroya Rætti eru 1 sorinskrivari (dómari), 1 dómari, 2 rættarhjásitar, 2 dómarafulltrúar, 17 skrivstovufólk og 1 skrivstovunæmingur í starvi.

Rætturin er skipaður í sjey deildir:

  1. Revsimál
    2. Fútarætturin
    3. Skiftirætturin
    4. Bókhaldið
    5. Notarskrivstovan
    6. Borgarlig mál

Harumframt heldur rætturin eisini sjófrágreiðingar.

Umframt vanligar heiligdagar hevur Føroya Rættur ikki avgreiðslutíð hesar dagar: Flaggdagin 25. apríl, Grundlógardag 5. juni, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag 28. & 29. juli, jólaaftan 24. desember og ársins síðsta dag 31. desember.

C. Pløyens gøta 1
100 Tórshavn

Upplatingartíðir

Mánadag – fríggjadag kl. 09.00 – 15.00

+298 311003
post@sorinskrivarin.fo

www.sorinskrivarin.fo