Sjógætisdøgurði í Tórshavn
Sum oyggjabúgvar liva vit við havinum og eru tengd at tí, tað gevur okkum. Hetta sambandið gevur okkum djúpa virðing og eitt ynski um at ansa eftir havinum.
Vit eru Hávarður og Sunniva – ein sjómaður og ein antropologur, bæði við sterkum tilknýti til havið. Vit elska at kanna okkara klettaríku oyggjar við seglbáti og njóta nýfangan fisk og skeljadjór.
Matur er ein drívmegi fyri nógvar góðar upplivingar, og vit vilja fagna okkara tilknýti til havið gjøgnum okkara máltíðir. Vit leggja dent á burðardyggar matframleiðsluhættir, sum mynda okkara matgerð og etivanar. Vit fanga sjálvi okkara fisk og skeljadjór ella keypa tað beinleiðis frá lokalum framleiðarum. Maturin er árstíðarbundin, og vit royna at fevna um og nýta ymisk fiskasløg og partar, serliga teir, sum ofta verða lítið mett.
Um tú ynskir at uppliva okkara lokalu matmentan, set teg í samband við okkum. Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum inn í okkara heim.
Líknandi støð
Mungo Take Away
Mungo – Take Away Mungo fer út til hvørja hungrandi tungu vi...
Hornið
Lekkurt kaffi og te Vit bjóða sergjørt kaffi og te og leskiligar k...
Omaná
Omaná borðreiðir við góðskukøkum og ísi til ta kræsnu tunguna. Vit...
Ástaklokkan
Lítið og hugnaligt matstað a Reyni Í Ástaklokkuni gera vit mat eft...
RIB62
Uppliv Føroyar uppá ein nýggjan máta RIB62 bjóðar tær eina serstak...
Tasty Hoyvík
Góðskumat útvið Um tú leitar eftir góðskumat útvið, skalt tú ikki ...
Ress Spa
Tak tær ein støðg frá gerandisdegnum og njót henda friðsæla vælver...
Tvørmegi
Tvørmegi í Tórshavn Sum limur í Tvørmegi kanst tú venja ótálmað í ...