
Hugnaliga og barnavinaliga kaféin kafe list er í móttøkuni á Listasavninum. Við stóru vindeygunum, ið venda út ímóti vøkru viðarlundini, kennist kaféin á Listasavninum bæði ljós og rúmlig. Kaféin er miðdepil í húsinum og er hjartað, sum knýtir framsýningarhølini saman.
Í ‘kafe list’ kanst tú keypa vistfrøðiligt kaffi og te, sjokulata og annað leskiligt.
Í kaféini á Listasavninum kanst tú njóta eina hugnaliga løtu áðrenn ella aftaná eina uppliving á savninum. Ella bara koma ein túr á kafé. Barnafamiljur kunnu seta seg við barnaborðini at gera ymiskt kreativt saman. Eisini ber til at taka bæði kaffi og mat útvið, um tú vilt ganga tær ein túr í viðarlundini ella kanska skalt hyggja eftir einum dysti í Gundadali.
Vit hava eisini eitt úrval av føroyskum tíðindabløðum og listatíðarritum, sum tú kanst blaða í.
Tað er ókeypis Wi-Fi í kaféini.
Kafe list er opin mándagar kl. 11 – 16 og hósdag – sunnudag kl. 11 – 16.
Vælkomin!
Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
+298 22 35 79
info@art.fo
Upplatingartíðir
Mánadagur – Sunnudagur: 11:00-17:00
Líknandi støð

Við Tjarnir
Við Tjarnir er ein stórur bygningur við einari grundvídd upp á uml...

Hornið
Lekkurt kaffi og te Vit bjóða sergjørt kaffi og te og leskiligar k...

Omaná
Omaná borðreiðir við góðskukøkum og ísi til ta kræsnu tunguna. Vit...

Ástaklokkan
Lítið og hugnaligt matstað á Reyni Í Ástaklokkuni gera vit mat eft...

1933
Café á Hotel Føroyum Okkara hugnaliga lobbybarr og café bjóðar tað...

Landmark
Kafé í lobbyini á Hotel Brandan Vit servera nýmalið kaffi umframt ...

Havnar Musikkskúli
Musikkskúlaskipanin varð stovnað sum ein royndarverkætlan í 1981. ...

Hamsa
Í Hoyvík finnur tú Hamsa, ein deilig kafé, sum hevur vunnið sítt p...