Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Venue

/

Við Tjarnir

Við Tjarnir er ein stórur bygningur við einari grundvídd upp á umleið 5000 m2. Bygningurin er í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd upp á umleið 8100 m2.
Samlaða spæliflatan er 2480 m².

Høllin kann so statt væl hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum og landsdystum og altjóða kappingum hjá flest øllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Talan er um ein bygning, sum er lætt broytiligur, skilt soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting  frá venjingarhøll til ein landsdyst, til eina konsert ella eitt samfelagsmøti.

Samanumtikið fer Við Tjarnir at bjóða øllum føroyingum til tiltøk av alskyns slag og lyfta støðið fyri upplivingarmøguleikum í Føroyum – øllum borgarum í landinum til gleði og gagns. Við Tjarnir ber við sær ávísa nýskapan, og fyriskiparar kring landið fara at skapa nýggj annarleiðis tiltøk, sum vit kanska ikki eru von við í Føroyum.

Tað ber sostatt til at hava eina fulla venjingarhøll hóskvøld, ein A-landsdyst í hondbólti fríggjakvøld, eina stóra konsert leygarkvøld og eitt samfelagsmøti sunnudag. Hetta merkir eisini, at virksemið  gerandisdagar ikki verður stórvegis ávirkað av størri tiltøkum í vikuskiftunum.

Dømi:

Hondbóltsdystir: uml. 2.200 sitipláss og 500 standipláss.
Konsert: uml. 3.200 sitipláss.
Konsert: uml. 4.700 standipláss.

 

Altjóða ráðstevnur

Áhugin fyri at koma til Føroya við ymiskum stórum tiltøkum er stórur. Við Tjarnir bjóðar nýggj nøktandi hølisviðurskiftini ið kann hýsa flest stór tiltøk i Føroyum.

Við Tjarnir viðurskifti broytt, og ein nýggjur stórur ment­anardepil fyri alt landið er skaptur, sum kann hýsa stórum konsertum, framsýningum, fram­førslum, samfelagsmøtum, altjóða ráðstevnum o.s.fr.