Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Visjónin er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum í Føroyum og, har hetta ikki er møguligt, tryggja sjúklingum viðgerð ígjøgnum gott samstarv við sjúkrahús uttanlands.
Uppgávan hjá sjúkrahúsinum er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur. Sjúkrahúsið hevur eina bráðfeingis tilbúgvingarskipan alt samdøgrið innan tey stóru serlæknaøkini.
Aðalmálið hjá Landsjúkrahúsinum, saman við Sjúkrahúsverkinum, er at veita eina dygdargóða heilsutænastu, ið fevnir frá gitnaði til seinastu fráferð, borin av vitan og tænastusinni. Vitan fevnir um fakliga vitan, førleikar og menning, tøkni í breiðastu merking og mentan, sum er opin og fevnandi. Tænastusinni er ein uppliving av at vera í miðdeplinum, uppliving av góðari tænastu og uppliving av nærlagni.
J.C. Svabos gøta 41-49
100 Tórshavn
+298 304500
ls@ls.fo
Bráðhjálp – 112
læknavaktin – 1870
Vitjanartíðir
Vitjanartíðir á seingjardeildum eru allar dagar kl. 15.00-16.00 og kl. 19.00-20.00.
Frávik kann verða gjørt í serligum føri og eigur at verða avtalað við starvsfólkið.
Blómur
Avskornar og turkaðar blómur kunnu vera á deildini, tó ikki plantur við mold.
Líknandi støð
Grasagarður
Eitt fullkomiliga umvælt spælipláss, staðsett í miðbýnum í Havn. E...
Kollafjarðar svimjihøll
Svimjihøll í Kollafirði Svimjihøllin er staðsett á lokala skúlanum...
Havnar Musikkskúli
Musikkskúlaskipanin varð stovnað sum ein royndarverkætlan í 1981. ...
Marknaðurin í Vágsbotni
Leitar tú eftir frískar delikatessur? Marknaðurin í Vágsbotni er s...
Høllin á Hálsi
Í Høllini á Hálsi er møguleiki at spæla hondbólt, flogbólt, innand...
Hoyvíksvøllur
Vøllurin hjá FC Hoyvík Hoyvíksvøllurin er graslíkisvøllur og heima...
Dansifrøi
Tey væl útgjørdu hølini í Dansifrøi eru ikki bert fullkomin til da...
Müllers Pakkhús
Müllers Pakkhús er ein søguligur bygningur í Havn, sum upprunaliga...