
Tú mást kava frá einum báti fyri at síggja hetta vrak, ið er umleið 100 metrar frá innsiglingini.
“Lincoln City” er ein bretskur trolari, sum sakk undir Seinna Heimsbardaga. Seinni varð hann sprongdur. Vrakið er nú umleið 6 metrar høgt og liggur á einum botni av gróti og sandi.
Spyr havnameistaran um bátaferðslu. Gomul ammunitión, ið verður funnin, eigur at verða verandi á vrakinum, tí tað er vandamikið og ólógligt at taka ammunitión upp til yvirflatuna.
Djúpd: í mesta lagi 20 metrar.
Frá vrakinum ber lættliga til at kava ímóti bryggjuni, har vatnið spakuliga verður grynri.
Tað er umráðandi at seta seg í samband við havnamyndugleikarnar í Havn fyri at tryggja, at eingi stór skip eru á veg inn, meðan tú kavar. Sýnið er vanliga gott her.
100 Tórshavn
Líknandi støð

Borðan
Tveir vitar eru á sunnara endanum av Nólsoy. Minni vitin, sum er s...

Kongaminnið
Kongaminnið Minnisvarði Kongaminnið minnisvarðin er ein basaltsobe...

Plantasjan
Viðarlundin (Plantasjan) í miðbýnum í Havn Í jólaódnini í 1988 vór...

Fjallaross
Fjallaríðing við føroyskum rossum Einasta staðið har tú kanst ríða...

Líkhús
Kirkjuleivdir Á Líkhúsfløtti eru leivdir av eini kirkju og kirkjug...

Kirkjubømúrurin
Kirkjubømúrurin er størsti miðaldarbygningurin í Føroyum. Søga Bis...

Roykstovan í Kirkjubø
Bóndagarður frá árinum 1100 Bóndagarðurin í Kirkjubø eitur Kirkjub...

Heiðursportrið
Á heimaru kaiuni er heiðursportrið. Føroyingatíðindi skrivaði 5. s...