
Um okkum
Hjá Mariu Poulsen Búnýti finnur tú alt til eitt nýmótans og hugnaligt heim.
Vit leggja stóran dent á at hava góða góðsku, og góða tænastu í samband við allar okkara vørur. Og vit vilja altíð bjóða tykkum tað nýggjasta nýggja innan búnýti og heimavørur. Vit hyggja sera nógv eftir hvørjar vørur eru aktuellar í løtuni, og vilja altíð gera okkara besta fyri at tryggja at okkara viðskiftafólk hava møguleika til at fylgja við rákinum.
Okkara stóra úrval umfatar tað seinasta innan borðbúnað, prýðislutir, køksamboð, grýtur og gávulutir. Vit umboða øll tey kendu og vælumtóktu merkini, so sum Eva, Rosendahl, Royal Copenhagen, Georg Jensen, Stelton, Ferm Living og mong onnur. Úrval okkara umfatar eisini vørur til matstovur, fyritøkur og stovnar.
Harumframt er eitt stórt úrval av dygdargóðum taskum og kuffertum. Øll kuffertini verða seld við garanti, sum fevnir um brek, ið skyldast framleiðsluni. Hervið verður góðskan á kuffertinum tryggjað. Størsti parturin av kuffertunum er frá Delsey, Epic, Samsonite og American Tourister. Úrvalið innan skúlataskur er frá merkjum sum Fjällraven, Bergans og Björn Borg.
10 Tórsgøta, Tórshavn 100, Færøerne
100 Tórshavn
+298 312001
bunyti@bunyti.fo
Upplatingartíðir
Mánadagur – Hósdagur 10:00 – 17:30
Fríggjadagur 10:00 – 18:00
Leygardagur 10:00 – 15:00
Líknandi støð

Kemilux
Í 1965 fór KEMILUX undir at framleiða sápu í einum kjallara. Fyrit...

HTH Køkar
Vælkomin til HTH Faklig hjálp og eldhugað vegleiðing eru grundarst...

Kvik Køkar
Vit bjóða danskt snið í høgari góðsku fyri prísir, ið tú hevur ráð...

Idé Møblar
Idé Møblar – ILVA – Koppur & Kanna Í oktober 2014 ...

Málingahandilin
Málingahandilin – dygd og fakligur kunnleiki síðan 1962 Hjá Máling...

Colorama Tórshavn
Hjá Colorama á Hálsi miðja vit eftir at savna alt, til at fríðka h...

Elding Business
Um okkum Í meira enn 25 ár hevur Elding Business veitt professione...

NIPS
Tá tú veitst, hvat tú vilt hava Tey bestu merkini og góðskuna finn...