Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Accommodation

/

Nólsoyarstova

Vælkomin til Nólsoyarstovu

Nólsoyarstova er eitt boutique luksus hotel, staðsett í elstu gøtuni í Tórshavn. Húsini sameina ein serstakan søguligan dám við nýmótans komfort, og eru tí eitt heilt serligt stað at gista.
Húsini, sum eru frá 18. øld, eru varðveidd og umvæld við stórum nærlagni. Húsini eru heildarumvæld síðani januar 2020, og endamálið, saman við at gera húsini góð at brúka í dagsins samfelagi, var at varðveita og virða tað gamla. Avgjørt varð at gera hvørja hædd til eina íbúð, soleiðis at søgan sum best kundi koma fram og upplivast, og hvør íbúð er tískil heilt serstøk og serlig í útstjónd og søgu.
Nólsoyarstova opnaði í summar 2024, og vit gleðast um, at afturmeldingarnar frá gestum hava verið serstakliga góðar. Gestir kunnu njóta innanduraløtur í hugna og friði í rúmligu íbúðunum, fara útum at njóta søguliga umhvørvið so sum Tinganes ella Skansan, og so eru fleiri av Tórshavnar bestu matstovum í grannalagnum.