Miðskeiðis í tjúgundu øld setti Christian Restorff sær fyri at byggja nýtt hotell í Tórshavn. Hotellið lat upp í 1951 og fekk navnið “Hafnia”. Næstu áratíggjuni var hotellið í støðugari menning, og sum frá leið tók Hafnia skap. Tað var einki at ivast í, at hotellið var stórsligið at meta eftir føroyskum standardum.
Maður kemur í mans stað, og í 1988 tóku synirnir, Johan og Martin Christian (betur kendur sum MC), yvir við Johan sum stjóra. Johan framdi eina stóra umvæling av hotellinum, og nú megnaði hotellið at lúka øll altjóða krøv.
Synirnir hildu fram í sama anda sum pápin: Góð tænasta var altíð teirra hjartamál. Størsta ynski teirra var, at gestirnir kendu seg væl á hotellinum.
Á vetri 2005 skifti hotellið eigara og varð sostatt ikki ogn hjá Restorffs familjuni longur. Teir nýggju eigararnir vóru Osmund Justinussen, synir hansara Tummas og Gunnar og Per Sævik úr Noregi. Í 2018 yvirtók P/f Smyril Line hotellið, og 1. juli 2020 lat P/F Hotel Hafnia glæsiliga 4-stjørnaða ráðstevnuhotellið Hotel Brandan upp.
Vit bjóða
Á Hotel Hafnia eru vit altíð til reiðar at hjálpa gestum, og móttøkan er opin alt døgnið. Okkara útbúnu kokkar borðreiða við fjølbroyttum og góðum mati. Vit skipa fyri veitslum og døgurðum í okkara hugnaligu veitsluhølum. Kafe Kaspar og Katrina Christiansen bjóða gott kaffi, drekkivørur og lættar rættir í einum nýmótans umhvørvi. Til ber at bíleggja mat útvið bæði úr Restaurant Hafnia og Kafe Kaspar.
Líknandi støð
Mungo Take Away
Mungo – Take Away Mungo fer út til hvørja hungrandi tungu vi...
Hornið
Lekkurt kaffi og te Vit bjóða sergjørt kaffi og te og leskiligar k...
Omaná
Omaná borðreiðir við góðskukøkum og ísi til ta kræsnu tunguna. Vit...
KFUM Bólkagistingar
Vælkomin til KFUM Gisting Okkara høli eru serliga sniðgivin til at...
Ástaklokkan
Lítið og hugnaligt matstað a Reyni Í Ástaklokkuni gera vit mat eft...
Tasty Hoyvík
Góðskumat útvið Um tú leitar eftir góðskumat útvið, skalt tú ikki ...
Tora Guesthouse
Tora Guesthouse liggur 1 km frá miðbýnum. Kømurini hava tvær einku...
Camping Nólsoy
Lítið kampingøki á Nólsoy. Prísur fyri campingvogn: 100 kr per nát...