Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Tour Operator

/

Outdoor Faroe Islands

Outdoor Faroe Islands.

Outdoor varð stovnað í 2017 við tí endamáli at bjóða fram spennandi tiltøk og upplivingar til ymsar málbólkar í Føroyum. Vit skipa fyri bæði størri og smærri tiltøkum so sum: starvsfólkaútferðum, polterabend, nevndarfundum. Vit í Outdoor vilja skapa umstøður fyri allar føroyingar, sum ynskja at uppliva teirra vøkru náttúru á ein øðrvísi hátt. So kom við og lat okkum geva tykkum eina uppliving fyri lívið.

Vit í Outdoor eru eitt serstakt toymi við drúgvum royndum innan ítrótt í náttúruni, t.d. klintring, síging, rapelling, zip-lining og kayakrógving. Vit hava viðkomandi prógv, t.d. eru vit altjóða IPP-sertifiseraðir kajakkinstruktørar og UIAA-sertifiseraðir klintriinstruktørar. Hetta merkir, at tú er altíð í góðum hondum hjá okkum, tí vit vita júst hvat vit gera, og tað er okkara hægst ræðfesting at trygdin til altíð er í hásæti.

Samstundis, sum vit ynskja, at okkara kundar skulu kenna seg tryggar og í góðum hondum, vilja vit tryggja, at okkara kundar hava eina góða, stuttliga og mennandi uppliving. Vit stremba eftir at møta tykkum júst har tit eru, og tillaga okkara tiltøk eftir tykkara ynski,

Tey trý týdningarmestu virðini, sum vit byggja okkara fyritøku á, eru: trygd, umhvørvið og stuttleiki.