
Reinsaríið
Reinsaríið er heimavøllurin hjá tónleikinum.
Reinsaríið liggur mitt í hjartanum í Havn, og hugnaliga hølið er ótruliga væl egnað til konsertir av øllum slag. Stemningurin á Reinsarínum er eisini deiliga avslappaður og heimligur. Akkurát sum tað skal vera.
…og tað ger tað ikki verri, at aukustikkurin og ljóðið er í einum klassa fyri seg. Við øðrum orðum, so er Reinsaríið skræddaraseymað til tónleik líka frá plektara til hátalara.
Perlan
Perlan er modernaði lítlibeiggin hjá Reinsarínum. Og við árunum hevur Perlan yvirhálað stórabeiggjan, tá talan er um harðari tónleik og nýskapandi tiltøk.
Meðan Reinsaríið er eyka hugnaligt, so hevur Perlan ein ráan stórbýar dám yvir sær. Her er tað heita træið skift út við kalt glas og betong.
Perlan riggar til alt millum himmal og jørð. Einasta avmarkingin er hugflogið. Og ein stórur fyrimunur við Perluni er roykur. Vit tosa ikki um royktan laks ella skinku, men royk á pallinum. Roykur er eitt nemliga eitt must, um tú skalt hava ordiligt konsertljós á pallinum.
Í stuttum verður Perlan mest brúkt til konsertir, men hon riggar minst líka væl til fyrilestrar, verkstovur og marknaðir.
Tórsgøta 3
100 Tórshavn
+298 286671
torsgota@torshavn.fo
Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 08:00 – 16:00
Líknandi støð

Við Tjarnir
Við Tjarnir er ein stórur bygningur við einari grundvídd upp á uml...

Maggie´s Kafé
Maggies Ger Tónleik til Eina Stóra Uppliving! Maggies Café er eitt...

Loca
Fusión barr & matstova Loca er ein føroysk fusión barr og mats...

Essabarr
Barr í miðbýnum í Tórshavn Essabarr er uttan iva tann mest hugnali...

Kafé List
Hugnaliga og barnavinaliga kaféin kafe list er í móttøkuni á Lista...

Havnar Musikkskúli
Musikkskúlaskipanin varð stovnað sum ein royndarverkætlan í 1981. ...

Myndlist
Gallarí og listavøruhandil Síggj og keyp listaverk frá bæði kendum...

Irish Pub
Irish Pub: Matstova og Barr við Havnina Irish Pub er eitt deiligt ...