
Fossur í ánni “Hoydalsá”
Svartifossur er ein sera vakur fossur, sum liggur 2 km norðanfyri gamla býlingin í Tórshavn, í Hoydalsá, sum rennur niður gjøgnum Hoydalar og er gamla markið millum Tórshavn og Hoyvík.
Hann kann vera ógvuliga storsláttin í regnveðri, men um summarið, eftir langa turrtíð, er bara lítið vatn í ánni og fossinum. Tá er bergið svart (harav navnið).
Tað finnast myndir av fossinum sum eru umleið 100 ára gamlar, og hesar vísa, at Svartifossur ikki er broyttur munandi í øll hesi ár. Men stóru steinarnir í ánni niðanfyri fossin vísa, at í fornari tíð hevði fossurin eitt øðrvísi útsjónd.
Í gomlum døgum komu fólk í Tórshavn til hetta økið at savna torv til eldstovuna. Sunnudagar var vanligt hjá fólki at ganga her fyri at njóta vakra landslagið. Beint við fossin kanst tú eisini síggja gamla seyðahúsið, sum bóndin brúkti.
Í nýggjari tíð er býurin vaksin út um Svartafoss, so hann er nú inni í býnum. Tó hevur býráðið útnevnt økið rundan um Svartafoss og Hoydalsá sum eitt friðað øki. Eisini eru gjørdar gongubanar, so tað nú er lætt at ganga í hesum vakra landslagið.
26G9+FP2 Svartafoss Waterfall, Tórshavn, Faroe Islands
100 Tórshavn
Líknandi støð

Ovasavnið
Ovasavnið í Nólsoy verður alment latið upp á várið 2025. Savnið er...

Uppi í Skipi
Á veg niðan á oynna liggur “Uppi í skipi”. Her plagdu nólsoyingar ...

Húsini uppi á Eiðið
Á Eiðinum eru fleiri úthús. Húsini eru úr malargróti, og stava frá...

Niðasta lon
Lonin er bygd í 18. øld. Í 1951 gjørdi Sverri Dahl, fornfrøðingur ...

Stongin
Norðari oddi á Nólsoynni kallast Stongin. Navnið sipar til stongin...

Minnissteinurin fyri Nólsoyar Páll
Við friðaða og umvælda úthúsið á Fløtti stendur minnissteinurin yv...

Borðan
Tveir vitar eru á sunnara endanum av Nólsoy. Minni vitin, sum er s...

Kongaminnið
Kongaminnið Minnisvarði Kongaminnið minnisvarðin er ein basaltsobe...