Um SMS
SMS er Føroya størsta og besta handilsstað, og í SMS kanst tú fáa nærum alt tær tørvar – bæði av vørum og upplivingum. Við landsins størsta og breiðasta vøruúrvali og í tryggum og hugnaligum umhvørvi, kanst tú spáka tær ein túr eftir eini handilsgøtu – undir taki. Í SMS leggja vit dent á kundan og vørutørvin. Úrvalið av handlum og vørum og góða umbýtingartænasta okkara endurspeglar hetta, tí fyri okkum er umráðandi, at tú trygt kanst handla hjá okkum, og at tú kanst fáa alt á einum staði. Vit leggja okkum eisini eftir at hava opið, tá tað passar tær og at skipa fyri, at tú kanst seta bilin trygt og væl.
Umframt stóra og breiða vøruútboðið í teimum ymisku handlunum er SMS staðið, har fólk hittast. Tey ymisku matarstøðini hava okkurt til einhvønn tørv, og mangir eru gestirnir. Viðskiftafólk okkara nýta ofta høvi at seta seg eina løtu og fáa sær ein góðan bita ella ein kaffimunn. Eisini hittast mangir arbeiðsfelagir her til ein góðan døgurðabita, og um kvøldarnar og í vikuskiftunum koma foreldur við børnum, ommur, abbar og ungfólk at hugna sær. Her er snøgt sagt altíð lív í.
Torgið er eisini ein sera týdningarmikil partur av SMS. Her fer mangt eitt tiltak av bakkastokki, og fyriskiparir lata altíð sera væl at, tí Torgið er sanniliga ein miðdepil bæði í SMS og í Havnini sum heild.
R.C. Effersøes gøta 33
100 Tórshavn
+298 341900
sms@sms.fo
Upplatingartíðir
Mánadag – hósdag: 10:00 – 18:00
Fríggjadag: 10:00 – 19:00
Leygardag: 10:00 – 18:00
Sunnudag: Stongt
Similar places
Demmus
Skóhandil Demmus er ein skógvahandil í SMS, sum selur skógvar til ...
Nólsoyar bókasavn
Bókasavnið heldur til í Nólsoyar skúla. Tað er opið fyri almenning...
Idé Møblar
Idé Møblar – ILVA – Koppur & Kanna Í oktober 2014 ...
Navia SMS
Tógv og troyggjur Navia er ein av leiðandi tógv- og ullaframleiðar...
Gunnvá Klædnahandil
Vit selja klæðir stødd 38 – 52 til konufólk og hava eisini e...
Maria Poulsen Búnýti
Um okkum Hjá Mariu Poulsen Búnýti finnur tú alt til eitt nýmótans ...
Dansifrøi
Tey væl útgjørdu hølini í Dansifrøi eru ikki bert fullkomin til da...
Sheep
Sheep er ein lágpríshandil, ið selur alt frá kropsrøkt, húsarhalds...