Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

SUB átakið

Hvat vit gera

SUB átakið ætlar at skapa gróðurmøguleikar fyri at íverksetarir og verandi fyritøkur kunnu stuðla uppundir súkkluferðavinnu har, ið tær eru í útjaðarøkinum, í samstarvi við hvørjum øðrum.

SUB samstarvsfelagarnir síggja súkkluferðavinnu sum eina veksandi vinnu, við møguleika fyri at skapa størri búskaparligt fjølbroytni og mótstøuføri í útjaðarøkinum.

Vit eru SUB

SUB samstarvsfelagarnir eru úr Finlandi, Føroyum, Íslandi, Írlandi og Svøríki.

Partarnir hava holla kunning og royndir í gransking, mentorvirksemi, netverkan og menning av íverksetarafeløgum og smærri fyritøkum.

Samstarvsfelagarnir møttust í Føroyum

Fundur varð hildin í mars mánaði 2024 fyri samstarvsfelagar og íleggjarar.

Les meiri her.

Verkstova um súkkling í Føroyum

Ókeypis verkstova um súkkling í Føroyum: Hvussu hava vit súkklað í Føroyum? Hvussu gera vit tað í dag? Og hvussu kunnu vit saman skapa eina tryggari og burðardyggari framtíð fyri súkkling?

Verkstovan er 22.mai 2025 í Parnass, Hafnia.

Les meiri um verkstovuna og melda til her.

Set teg í samband við serfrøðingin

Hevur tú tørv á at vita meira, kanst tú seta teg í samband við Anniku, okkara menningarstarvsfólk.

Annika Lisberg

Menningarfólk