Camping Nólsoy

Úr: kr. 100,00

Gev gætur: Vegna stóran eftirspurning á Ovastevnu er prísurin fyri 14. august hækkaður. Bókar tú pláss hendan dagin, verður goldið fyri alla stevnuna og tú hevur plássið alt vikuskiftið. Bókingar fyri 15.–17. august eru stongdar, og útriting er 17. august.

NB: Minst til at tryggja tær pláss til húsvognin umborð á ferjuni her.

Bólkur: Tag:

Lýsing

Kamping í Nólsoy

Kampingøkið í Nólsoy er á gamla fótboltsvøllinum á Mýrini.

Pláss er fyri 8 vognum.

Prísur: 100 kr náttina fyri vognin.

Streymtalva við 4 stikkum er tøk á økinum. Vit viðmæla at hava ein langan forleingjara við.

Alment vesi og brúsa er við økið.

Tíverri ber ikki til at tøma vesitanga á kampingøkinum.

Ókeypis tjaldbøur er omanfyri Malarenda.

Opið frá 1. Apríl – 1. Oktober.

Nærri kunning fæst hjá Visit Nólsoy.