Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Kirkjubøur

Kirkjubøur, eitt av mest søguligu støðunum í Føroyum, liggur einans hálvan annan tíma frá høvuðsstaðnum. Her stendur sonenvdi Múrurin (upprunaliga Magnusarkirkjan) prúður. Múrurin varð bygdur í 1300-talinum og var eitt føroyskt valdssæti í fleiri øldir. Í miðøldini var lítla bygdin mentanarligi og átrúnaðarligi høvuðsstaðurin í Føroyum. 

Les meira um Kirkjubø her. 

Nólsoy

Far umborð á Teistan og sigl til Nólsoyar. Smala oyggin, sum Havnafólk eru von at síggja í sjónarringinum, verjir høvuðsstaðin frá hørðum streymi og vindi. Á býlinginum á Eiðinum er so smalt, at tá ið ódnarveður er, brýtur sjógvurin inná úr báðum síðum. Á vestaru strondini er oyggin grasgrøn, men á eystaru síðu eru brøtt berg, sum ýðja í fuglalívi og djúpum hellum. Borðan, har fyristøðufólkið hjá varðanum plagdi at búgva, liggur á suðursíðuni. 

Úr Nólsoy kemur nógv tiltikið fólk, eitt nú Nólsoyar Páll og Ove Joensen, sum róði einsamallur til Keypmannahavnar í 1986. Eisini er kappróðrarfelagið Nólsoyingur her. Á eystursíðuni á oynni er størsta drunnhvíta-fuglalandið í heiminum, og hiðar verða túrar gjørdir um summarið.  

Nólsoy, sum er kent fyri sín náttúruvakurleika, fuglalív og evnaríku tónleikafólk, er eitt avbera hugnaligt stað at brúka ein frídag. 

Les meira um Nólsoy her. 

Hestur

Av Gomlurætt er siglandi út í Hestoynna. Í hesi oynni, sum ber sama navn sum einasta bygdin á oynni, búgva 17 fólk. 

Nógv ferðafólk velja at vitja Hest í báti og verða bergtikin av øgiligu bergunum og tysjandi fuglalívinum. Um summarið skipar plátufelagið TUTL fyri framúr holukonsertum í Klæmintsgjógv umborð á søguligu skonnartini Norðlýsið. 

Les meira um Hest her. 

Koltur

Inntil seint í 1980unum búðu umleið 50 fólk í Koltri. Nú er oyggin gjørd til eitt útisavn við tveimum býlingum, Heima í Húsi og Norðri í Gerði, og nú er eittans fólk búsitandi í oynni: fyristøðufólkið í oynni, sum býr norðri í Gerði. 

Koltur varðveitir og framsýnir siðbundna føroyska lívið ígjøgnum endurreisingina av Heima í Húsi. Koltur hevur verið stuðlað av Koltursgrunninum síðani 1993, og varð innlimað í Tórshavnar Kommunu í 2005. Í Koltri er eisini eitt náttúrufriðøki og ein rannsóknarstøð. 

Les meira um Koltur her. 

Kaldbak

Kaldbak er ein yndislig bygd á norðara armi á Kaldbaksfirðinum. Í 2023 búðu 251 fólk her. 

Í bygdini eru 40 merkur, deildar ímillum 7 festarar, teirra millum ein í Kaldbaksbotni, og 976 seyðir hoyra til merkurnar. 

Áðrenn 1980, tá ið vegur var gjørdur, bar einans til at koma til Kaldbaks í báti. Vegagerðin elvdi til fólkavøkstur í bygdini, serliga av fólki, ið arbeiddi í Havn. 

Úr Kaldbak ber til at ganga til ‘Miðdepil’. Sum navnið boðar frá, er hetta landafrøðiligi miðdepilin í Føroyum. Her bjóðar serligi felagsskapurin BÖNDUR eina serstaka uppliving,sum byrjar við einum søguríkum gongutúri til Miðdepil og endar við eini hugnaligari heimagjørdari máltíð úr egnu rávørum bóndanna í einum friðsælum dali. 

Kaldbaks kirkja

Vakra, væl varðveitta kirkjan í Kaldbak frá 1835 liggur á vestaru síðu á bygdini í einum lítlum, hegnisliga lagaðum kirkjugarði. 

Kirkjan líkist øðrum føroyskum kirkjum úr hesum tíðarskeiði, við lágari, hvítkálkaðari grund, tjøraðum timburveggjum og flagtaki. 

Kirkjan er væl bygd, og træverkið í kórinum er serstakliga væl tilevnað og brýtur frá nógvum øðrum kirkjum. 

Átta arbeiðsmenn úr Kaldbak, Kollafirði, Sundi og Glyvrum vóru um at byggja kirkjuna. Tilfarið varð keypt ígjøgnum kongaliga einahandilin, og byggiarbeiðið tók tríggjar mánaðir. Í løtuni er kirkjan ikki opin fyri vitjandi, men til ber at virðismeta hana uttanífrá. 

Norðradalur og Norðradalsskarð 

Í tí høgtliggjandi Norðradalsskarðið ber til at fáa nøkur av undurfagrastu útsýnunum í Føroyum. 

Í Norðradali búgva einans 10 fólk. Koyr niðan á Oyggjavegin, og fá frálík útsýni út yvir Kaldbaksbotn á vegnum. Tá ið tú sneiðar av inn í Norðradal, kemur snirkluti vegurin niður til bygdina undan, við Koltri í bakgrundini. 

Tað ber eisini til at ganga úr Tórshavn til Norðradals. 

Sornfelli

Koyr úr Havn niðan á Oyggjarvegin. Steðga á við Norðradalsskarð og njóta vakra útsýnið út yvir Koltur. 

Omanfyri Kaldbakstunnilin kemur tú framvið fongslinum við flagtaki, sum einaferð var ein hernaðarstøð. 

Koyrir tú tveir kilometrar víðari, kemur tú til ein smalan, brattan síðuveg á vinstru hond. Hesin vegur førir upp á tindin á Sornfelli, og er hægstliggjandi vegur í Føroyum. 

Hiðani kanst tú, tá ið tað er klárt í veðrinum, fáa bergtakandi útsýni út yvir fleiri av føroysku oyggjunum. Sjálvt í mjørka er tað hugtakandi at síggja høgu fjallatindarnar ígjøgnum tað hvíta.