Vakurt útstýnisstað á Argjum
Gang niðan á Kongavarða og njót vakra útsýnið yvir Havnina, Nólsoynna og Eysturoynna
Í 1907 var danski kongurin áveg til Føroya á almenna vitjan.
Tríggir mans gingu niðan á Kirkjubøreyn at vita, um teir sóu kongaskipið, so teir kundu senda boð oman í býin til íbúgvar at gera klárt at taka í móti konginum.
Tað tók so mikið langa tíð til teir sóu skipið, at teir keddu seg og byrjaðu at byggja ein varða, og tí verður staðið kallað á Kongavarða og talan er bert um tann eina varðan, sum er tann mittasti av varðunum. Hinir eru lagaðir í 1980’unum og 1990’unum.
X6VF+79M, Argir, Færøerne
160 Tórshavn
Similar places
Kirkjubømúrurin
Kirkjubømúrurin er størsti miðaldarbygningurin í Føroyum. Søga Bis...
Niðasta lon
Lonin er bygd í 18. øld. Í 1951 gjørdi Sverri Dahl, fornfrøðingur ...
Vesturkirkjan
Henda nútímans kirkja er kanska hin mest undrunarverdi bygningur á...
Undir Bryggjubakka
Undir Bryggjubakka er kent fyri sínar hugnaligu røðir av litríku h...
Viking Events
Býr ein víkingur í tær? Sjálvandi!? Vit eru øll VÍKINGAR! Vit taka...
Bursatangi
Líkhús
Kirkjuleivdir Á Líkhúsfløtti eru leivdir av eini kirkju og kirkjug...
Korndalur
Í Korndali, nakrar hundrað metrar sunnan fyri bygdina, finnast nak...