Á Listasavni Føroya kanst tú fáa eina serstaka listauppliving í Viðarlundini í Havn.
Listasavn Føroya hevur eina fasta framsýning við tí besta av føroyskari list frá 1830árunum til í dag umframt ein skála til skiftandi serframsýningar.
Í summarhálvuni, frá juni til og við august, er hugnalig kafé í móttøkuni á Listasavninum. Kaféin borðreiðir við góðum kaffi og bakstri. Eisini er eitt úrval av lættari máltíðum, víni og øli.
Í móttøkuni er eisini ein handil, og her finnur tú eitt stórt úrval av listabókum, plakatum, postkortum og gávulutum.
Í móttøkuni eru barnaborð, har familjur við børnum kunnu hugna sær við ymiskum kreativum uppgávum. Tit nýtast ikki at keypa atgongumerki fyri at nýta kafé, handil og barnaborð – tað er ókeypis, og øll eru vælkomin. Her er eisini ókeypis wifi.
Vit kunnu viðmæla, at vitjanin á Listasavninum endar við einum túri gjøgnum Viðarlundina oman í býin. Tá ber til at síggja standmyndirnar uttanfyri savnið og njóta arkitekturin á Listasavninum. Svørtu skjaldrarnir minna um siðbundin føroysk neyst.
Atgongd
Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
+298 223579
info@art.fo
Upplatingartíðir
Mánadag – sunnudag kl. 11 – 17Tíðarskeiðið 1. novembur – 30. apríl
Mánadag, hósdag til sunnudag kl. 11 – 16.
Týsdag og mikudag er stongt.
Líknandi støð
Sjónleikarhúsið
Føroyingar hava spælt sjónleik í meira enn 200 ár og fyrst og frem...
Tjóðpallur Føroya
Tjóðpallur Føroya Á minsta tjóðpallinum kann tú fáa tær størstu up...
Tjóðsavnið
Mentan og náttúra Tjóðsavnið hevur eina fasta framsýning um føroys...
Smiðjan í Lítluvík
Bæði listafólk úr Føroyum og uttanlands koma higar at sýna fram li...
Myndlist
Gallarí og listavøruhandil Síggj og keyp listaverk frá bæði kendum...
Aulan í Finsen
Aulan í Finsen Aulan í Finsen hevur eitt heilt serligt pláss í hja...
Norðurlandahúsið
Norðurlandahúsið er eitt av týdningarmestu amboðunum hjá Norðurlan...
Glarsmiðjan
Listahandil Galleri Glarsmiðjan er ein listahandil, ið selur verk ...