Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Venue

/

Sjónleikarhúsið

Føroyingar hava spælt sjónleik í meira enn 200 ár og fyrst og fremst í høvuðstaðnum, so sum longu Jens Christian Svabo skrivar um í verkinunum “Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782”.

Í fyrstani vórðu danskir leikir spældir, serliga Holberg-leikir, men saman við tjóðskaparrørsluni seinast í fyrru øld vaks áhugin fyri móðurmálinum, og í 1889 vórðu teir fyrstu leikirnir, skrivaðir og framførdir á føroyskum, leiktir í tinghúsinum í Havn. Annar hevði hin káti og hjartagóði Rasmus Effersøe skrivað, hann sum hongur avmyndaður uppi yvir leikpallinum í sjónleikarhúsinum saman við orðunum “Til gaman og álvara”.

Onnur skald og yrkjarar hava verið góð við húsið, og tað var okkara tjóðskald Hans Andreas Djurhuus, ið sum formaður fyri felagið fekk byggingina í lag fyri nú skjótt 70 árum síðani1. Eisini William Heinesen hevði eitt stórt hjarta fyri húsinum, og tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, tú kundi ganga framvið á kvøldi og hoyra brúsandi ljóð innan fyri. Tá var tað William, sum spældi Beethoven fyri sínum góða vinmanni Jákup Zahle, meðan teir málaðu leiktjøld, tá visti tú, at nú fór skjótt ein nýggjur leikur at verða vístur. Hvat mundi tað vera hesaferð, og hvør fór at spæla við?

Ikki at gloyma Kristin í Geil, sum bæði skrivaði og leikti, og so allar sjónleikararnar, sum her hava skapað havnafólki og øðrum við gott skemt og nógvan látur, men eisini hjartasuff og tár, tá ið alt var syrgiligt, og tað gekst høvuðsfólkunum illa.

Niels Finsens gøta 34
100 Tórshavn

+298 311132
sjonleik@sjonleik.fo

sjonleik.fo