Føroyingar hava spælt sjónleik í meira enn 200 ár og fyrst og fremst í høvuðstaðnum, so sum longu Jens Christian Svabo skrivar um í verkinunum “Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782”.
Í fyrstani vórðu danskir leikir spældir, serliga Holberg-leikir, men saman við tjóðskaparrørsluni seinast í fyrru øld vaks áhugin fyri móðurmálinum, og í 1889 vórðu teir fyrstu leikirnir, skrivaðir og framførdir á føroyskum, leiktir í tinghúsinum í Havn. Annar hevði hin káti og hjartagóði Rasmus Effersøe skrivað, hann sum hongur avmyndaður uppi yvir leikpallinum í sjónleikarhúsinum saman við orðunum “Til gaman og álvara”.
Onnur skald og yrkjarar hava verið góð við húsið, og tað var okkara tjóðskald Hans Andreas Djurhuus, ið sum formaður fyri felagið fekk byggingina í lag fyri nú skjótt 70 árum síðani1. Eisini William Heinesen hevði eitt stórt hjarta fyri húsinum, og tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, tú kundi ganga framvið á kvøldi og hoyra brúsandi ljóð innan fyri. Tá var tað William, sum spældi Beethoven fyri sínum góða vinmanni Jákup Zahle, meðan teir málaðu leiktjøld, tá visti tú, at nú fór skjótt ein nýggjur leikur at verða vístur. Hvat mundi tað vera hesaferð, og hvør fór at spæla við?
Ikki at gloyma Kristin í Geil, sum bæði skrivaði og leikti, og so allar sjónleikararnar, sum her hava skapað havnafólki og øðrum við gott skemt og nógvan látur, men eisini hjartasuff og tár, tá ið alt var syrgiligt, og tað gekst høvuðsfólkunum illa.
Líknandi støð
Við Tjarnir
Við Tjarnir er ein stórur bygningur við einari grundvídd upp á uml...
Glarsmiðjan
Listahandil Galleri Glarsmiðjan er ein listahandil, ið selur verk ...
Havnar Musikkskúli
Musikkskúlaskipanin varð stovnað sum ein royndarverkætlan í 1981. ...
Gallerí Havnará
Millum áartutl og list Gallarí Havnará eitur nýggja framsýningarhø...
Tutl
Hesin hugnaligi tónleikahandilin á Káta Horninum er eitt must fyri...
Myndlist
Gallarí og listavøruhandil Síggj og keyp listaverk frá bæði kendum...
Smiðjan í Lítluvík
Bæði listafólk úr Føroyum og uttanlands koma higar at sýna fram li...
Listasavn Føroya
Á Listasavni Føroya kanst tú fáa eina serstaka listauppliving í Vi...