Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Søvn

Søvn

Á Streymoynni er eina ørgrynnu av søvnum, har tú kanst gloyma teg burtur. Saman eiga ymsu søvnini okkurt at bjóða einum og hvørjum, ungum sum gomlum.

Byrja ferðina á Tjóðsavninum, har øll fortíð Føroya, frá jarðfrøðiliga upprunanum til valknútar og perlur úr víkingaøld, til undranarverdu kirkjubøstólarnar úr miðøld, og til siðbundið hondverk, sum enn er virkið í dag, verður víst fram á hugtakandi og skilligan hátt. Eisini hevur føroyska nátturan sítt pláss á savninum, og tú kanst gapa at støddini á hvalunum, sum hanga uppiundir loftinum, síggja týnda hvítravnin, sum einans fanst í Føroyum, ella hin villa Dímunarseyðin, ella tú kanst kava inn í fínliga føroyska plantuheimin. 

Í hjartanum á Tórshavn liggur Listasavn Føroya, ein kreativur miðdepil, sum framsýnir verkini hjá størstu listamálarum og myndhøggarum okkara, umframt at varpa ljós á tey livandi og fjølbroyttu rákini, sum røra seg ímillum okkara evnaríku listafólk í dag. Her kanst tú eygleiða, hvussu tulkingarnar av lívi og náttúru í Føroyum umskapast ígjøgnum øldirnar. 

Síðani kanst tú fara til Vestmanna og vitja Saga Museum, har hendingarnar í Føroyinga søgu og víkingatíðini í Føroyum koma til lívs ígjøgnum veruleikakendar voksmodellir, modelleraðar eftir samtíðar føroyingum.  Stroydd út um alla Streymoynna liggja eisini ymisk gallaríir, har staðbundin listafólk framsýna síni evni, og har til ber at ogna sær eitt prýði til heimið.