Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Places

/

Sights & Attractions

/

Gamli Kirkjugarður

Gamli kirkjugarðurin í Havn er ein vitjan verd, har søgan og friðurin møtast. Hetta er ikki bara ein staður at minnast tey farnu, men eisini eitt stað, har man kann fáa innlit í søguna hjá okkara høvuðstaði og teimum, sum hava sett sín dám á mentanina og samfelagið.

Rasmus Jørgen Winther, ið var prestur í Havn, tók í 1781 stig til at gera kirkjugarðin á Svínaryggi, tí tann á Tinganesi var vorðin ov lítil. Longu á Kristi himmalfarsdegnum í 1782 varð kirkjugarðurin á Svínaryggi vígdur, og er Rasmus Jørgen Winther sjálvur grivin her.

Í dag er kirkjugarðurin ein vøkur og hugnalig viðarlund mitt í Havn, sum, við fáum undantøkum, ikki hevur verið í nýtslu síðan 1935. Upp í móti 3000 fólk liggja grivin her.

Dr. Jakobsensgøta
100 Tórshavn